Haldur Vang 60 ár

Í dag, mikudagin 22. mars, verður Haldur Vang á Toftum 60 ár.

Hann hevur í mong ár verið byggimeistari, og hann hevur eisini verið bygdarráðsformaður.
                      Haldur er ættaður úr býlinginum á Gørðum í Kaldbak. Foreldrini eru Anna Katrina, fødd Hansen og ættað úr Mikkjalstoft við Gøtugjógv, og Karl Vang (1916-2000). Anna Katrina er 83 ára gomul.
                      Haldur er elstur av átta systkjum. Hini eru Eyðin (1947), Hjørleif (1948), Anfinn (1952), Karin (1955), Hanna (1956), Arna (1960) og Karstin (1963). Haldur býr á Toftum, Karin býr í Oyndarfirði, og øll hini búgva í Kaldbak.
                      Haldur plagar at siga, at hann fór úr skúlanum tann dagin, tá ið hann fylti fjúrtan ár. Hetta var í 1960 og um tað mundið, tá ið NATO kom í Mjørkadal. 1. mai hetta árið og fram á heystið var Haldur við til at arbeiða veg í Mjørkadali, har teir búðu í barakkum og í vikuskiftunum fóru til hús. Karl, pápi Haldur legðist um hetta mundi uppi og fór at arbeiða í Mjørkadali. Hann hevði annars verið sjómaður og hevði siglt eitt nú við Mjóvanesi, Atlantsfarinum og Bresti.
                      Í 1961 fór Haldur í læru hjá Peter Michelsen, sum tá var stórur byggimeistari í høvuðsstaðnum. Hann mundi hava upp móti áttati á lønarlistanum, og teir bygdu fleiri av kendu bygningunum í Havnini. Eitt nú Saltsøluna og Bacalao, Havnar Bio, Emil Juel Thomsen, Brockie, Studentaskúlan í Hoydølum og Minkagarðin.
                      Haldur varð avlærdur 17. mai í 1965, og síðani tá hevur hann fyri tað mesta verið sjálvstøðugur vinnurekandi. Fyrstu árini var tað í Havnini, har hann saman við Pálli Petersen bygdi fleiri sethús. Haldur búði í Havnini fram til 1970, og størsta arbeiðið, sum hann og Páll gjørdu, mundi vera á Læraraskúlanum, har teir báðir og Eyðin, bróðurin, arbeiddu fyri Karl Hansen, sála, í Klaksvík, sum leveraði innhurðarnar og lolftini.
                      Eitt skifti búði Haldur aftur í Kaldbak. Tá arbeiddi hann nakrar mánaðir á Marinplast hjá Guttormi Djurhuus, og so var hann í tvey ár í Norðsjónum við kraftblokkabátinum Skúgvi.
                      Í 1973 flutti familjan til Toftir at búgva. Har hevur Haldur bygt nógv sethús, og so hevur pf. Haldur Vang verið við til at byggja fleiri stórar bygningar. Teir vóru við til at byggja Heilsumiðstøðina í Runavík, og teir hava sett nógvar hallir upp.  Eitt nú hava Haldur og hansara menn útinnt stórarbeiði hjá Vónini, Skipafelagnum, Mekanik, Timburhandlinum í Runavík, Lynfrost, Eysturoyar Heilsølu og á kai økinum í Oyndarfirði.
                      Síðst í áttati árunum leyk Haldur prógv sum byggiteknari í Havnini. Hetta var samstundis, sum hann stóð fyri síni egnu fyritøku. Fyrst í níti árunum var Haldur saman við teimum, sum arbeiddu hjá honum, í Týsklandi og gjørdu byggiarbeiði. Tá ið tað miðskeiðis í níti árunum var farið undir uppboðssølu á Toftum, var Haldur eitt skifti annar av uppboðshaldarunum. 
                      Haldur giftist 18. februar í 1967 Mary fødd Heinesen og ættað av Toftum. Tey eiga snotuligt og fjálgt heim á Heygum. Mary og Haldur eiga trý børn: Bergtóra (1967), Karl (1969) og Hans (1976). Bergtóra og Hans búgva í høvuðsstaðnum, og Karl býr á Toftum. Abbabørnini eru fimm  tríggir dreingir og tvær gentur.
                      Haldur sat í bygdarráðnum í Nes kommunu 1985-88, 1989-92 og 2000-2003. 1989-92 var hann formaður í bygdarráðnum. Hann er við í hjálpararbeiði í Rumenia, hann var í 1988 saman við øðrum í Venezuela og bygdi føroysk hús til trúboðarafamilju í frumskóginum, og nú er hann ein av undangongumonnunum at byggja Nebo samkomuni á Toftum nýggjan sal.
                      60 ára føðingardagin er Haldur Vang staddur á flatlondum.     <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$J