Búskaparligu útlitini fyri 2004 eru alt annað enn bjørt. Við støði í Fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004 siga nýggjastu framskrivingarnar og inntøkumetingarnar, at Fíggjarlógin fyri 2004 fer at vísa eitt hall á góðar 396. mio. krónur.
Fíggjarlógaruppskotið fyri 2004 hjá Karsteni Hansen og undanfarnu samgongu var mett at geva 100 mio. krónur í yvirskoti. Metingin í februar 2004 stendur als ikki í mát við metingina hjá undanfarnu samgongu í heyst.
Sambært nýggjastu metingini hevur undanfarna samgonga forroknað seg við slakari hálvari milliard. Her skal kortini leggjast afturat, at politisku tiltøkini hjá undanfarnu samgongu eru ikki roknað við.
Verri enn væntað
Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, Bárður Nielsen, hevði ikki væntað at útlitini vóru so døpur. Hann hevði bæði vónað og væntað, at betur stóð til í føroyska búskapinum
Í farnu viku førdi Bárður Nielsen fram, at hann ætlaði ikki at tátta í búskaparliga, hóast búskaparliga niðurgongdin er veruleiki. Grundgevingin var, at táttar tað almenna brádliga í búskaparliga, kann støðan gerast ilt verri.
Stóra hallið á fíggjarlógini fær Bárð Nielsen umhugsa støðuna.
-Vit hava í løtuni ikki gjaldførið til so stórt hall og tí verið eg noyddur at umhugsa at gera nøkur tiltøk. Til landsstýrisfundin hósdagin skal hvør landsstýrismaður útgreina sítt málsøki og síðan verður avgjørt, hvørji tiltøk skulu fremjast, sigur Bárður Nielsen.
Ábyrgdarleyst
Fyrrverandi Fíggjarmálaráðharrin, Karsten Hansen, heldur fíggjarpolitikkurin hjá nýggju ABC-samgonguni er ábyrgdarleysur. Hann rør framm undir, at uttan at gera nøkur tiltøk og bert at framskriva tølini, gevur fíggjarlógin sjálvsagt hall.
?Skal mann bert lata standa til, er ikki neyðugt við nøkrum fíggjarmálaráðharra, tí so kann mann bara hava eina teldu at framskriva tølini. Droppa vit at gera intriv, ja so sjálvsagt endar tað galið, tá inntøkurnar minka, sigur hann
Karsten Hansen leggur afturat, at fakkunnleikin hevur fleiri ferðir ført fram, at føroyski búskapurin er sterkur við røttu stýringini og tí er ikki rætt at mála ræðumyndir av føroyska búskapinum.