Ein fjórðingur av teimum tilmeldaðu 2.033 komu ikki til startin, hvussu ber tað til?
- Ein partur av teimum vóru har, tað var bara tað, at tær ikki vildu blíva registreraðar fyri nakra tíð. Aðrar vóru kanska bara áhugaðar í tilboðnum upp á blusina og venjingardraktina.
Nær kemur so blusin til Føroyar?
- Vit vita onki enn, og vit eru sera harmar um, at tað bleiv soleiðis. Men hon bleiv bestilt í februar av einum álítandi samstarvsfelaga hjá Thomas Dam, men okkurt er nokk gingið galið eftirsum hon enn er í Kina.
Fara tit at gera nakað øðrvísi næsta ár?
- Ja, vit fara at bestilla blusurnar NÚ! So vit hava tær her í Føroyum, og so heldur avmarkað talið av teimum, sum kunnu luttaka.
Verður tað juni ella august næsta ár?
- Tað hava vit ikki avgjørt endaligt enn.