Sjúrður Højgaard
----
Nú, ið tað, sum Guð sigur vera ónáttúrligt, skal koppast á høvdið og kallast "náttúrligt", meti eg tað sum mína skyldu til at siga tykkum sannleikan. Eg havi nevniliga sannleikan, hin æviga og eina. Hann finst allur í Heilagu Bíbliuni.
Og haðani kann eg siga tykkum so heilt álítandi, at tað er so púrasta ímóti náttúruni at vera samkyndur, bæði hjá djórum, skriðkyktum, fiskum og menniskjum.
Úr Guðs bók, Heilagu Bíbliuni, Rómverjabrævinum, kap. 1. v. 25-26 (FKJ) :
25 Hvørjir broyttu sannleika
Guðs yvir í eina lygn, og tilbóðu og
tænaðu skapninginum meiri enn
Skaparanum, hvør er vælsignaður
um ævir. A´-men.
26 Av hesi grund gav Guð teir
upp at ringum lystum: tí enntá
kvinnur teirra broyttu hitt náttúrliga
brúkið yvir í tað sum er ímóti
náttúru:
27 Og somuleiðis eisini menninir,
farandi frá hinum náttúrliga
brúkinum av kvinnuni, brendu
í girnd síni hvør ímóti øðrum;
menn við monnum virkandi tað
sum er ósømiligt, og móttakandi
í sær sjálvum tað viðurlag villu
sínar sum var hóskiligt.
Vit síggja klárt frá Guðs orði, at:
1:
Homoseksuell eru givin upp av Guði ,
2:
.. at ringum lystum.
3:
Tað finst eitt "náttúrligt brúk", og tað er sjálvandi ein maður og ein kvinna saman í lívslongum hjúnabandi.
4:
Kvinnur, sum sigast vera "lesbiskar", hava broytt tað náttúrliga brúkið yvir í tað sum er ímóti náttúru.
5:
Menn, sum sigast vera "homoseksuellir", hava broytt tað náttúrliga brúkið yvir í tað sum er ímóti náttúru.
6:
Homoseksualitetur er ósømiligur (tvs. hoyrir ongastaðni heima).
7:
Slík, sum soleiðis ganga ímóti náttúruni, vilja móttaka í sær sjálvum tað viðurlag villu sínar, sum er hóskiligt; tvs. at Guð kemur at døma tey.
So hava tit hoyrt sannleikan.
So eru tit vorðin ávarað.
Pápi hevur havt seyð í 50 ár. Hann hevur ikki enn átt ein veðr, sum hevur verið samkyndur. Ikki ein.
Hevði bóndin í Lamba einaferð átt ein tarv, sum stakk hinar tarvarnar í endan, so hevði tann tarvurin verið slaktaður uttan nakað drál. Men hann finst ikki. Ikki ein. Tað hevði verið ein stór sensasjón. Men eg kann vissa tykkum um, at tað hevur ongantíð hent, eiheldur fer tað at henda.
Vónandi ger hetta, at tit fara at hugsa tykkum um, áðrenn tað er vorðið ov seint.
.. latið Guð vera sannorðaðan, men hvønn mann ein lygnara;
(Rom 3:4 FKJ)
Í navni várs Harra og Frelsara Jesu Christs,