Við 34,5 prosetnum av atkvøðunum vann Halla Tómasdóttir í gjár forsetavalið í Íslandi. Hon vann soleiðis á fyrrverandi forsætisráðfrúnni Katrin Jakobsdóttir, sum legði frá sær sum forsætisráðfrú fyri at stilla upp til forsetavalið. Men tað miseydnaðist henni.
Hanna Tómasdóttir er handilskvinna.
Katrin Jakobsdóttir fekk 25,3 prosent av atkvøðunum og gjørdist nummar tvey.
##med2##
Hanna Tómasdóttir stillaði eisini upp á forsetavalinum í 2016, tá hon fekk 27,9 prosent av atkvøðunum, men tapti ímóti Guðna Th. Jóhannesson, sum ikki stillaði upp hesaferð.