Hvussu máta vit mikilleika? Tá ið eg fekk tíðindini um, at Halldór Laxness er deyður, komu tey fram fyri meg sum í dreymi, men so livandi, at tað er, sum eg kundi tikið í hondina á teimum: Salka Valka, Bjartur í Summarhúsum, Ólavur Ljósvíkingur, Steinar í Steinslíð, Jón Hreggviðsson, Snæfríð Íslandssól, Vevarin mikli úr Kasjmir, Ugla og Aldinblóð og Álvgrímur og mong onnur av fólkunum í søgum hansara, frá Garpasøguni sum er umskriving hansara av fornsøguni um Tormóð Kolbrúnarskald og Torgeir Hávarsson til Atomstøðina, sum er hansara kritiska lýsing av teimum vandum, sum íslendingar stóðu framman fyri sum nýfræls tjóð við fremmandum hervaldi í landi.
Ómetaliga væl at sær komin í íslendskari søgu, máli og bókmentum var hann samstundis maður nútíðar og heimsmentanar. Halldór Laxness var føddur í 1902, 2 ár áðrenn íslendingar fingu ta heimastýrisskipan, sum teir høvdu í 14 ár, til 1918, og nú hann doyði, hevði Ísland hildið 50 ára hátíð sum sjálvstøðugt ríki. Og Laxness tók fullan lut í sjálvstýrisstríðinum hjá sínum fólki. Hann setti orð á íslendskan veruleika og gjørdi hann til ein part av alheiminum í søgu og samtíð. Tað var minni enn so altíð væl toknað, tað hann segði íslendingum um teir sjálvar, tá ið hann í sínum stóru samtíðarskaldsøgum lýsti menniskjaskapta neyð, andliga armóð og falska sjálvsfatan. Tað sum hann hevði at siga um neyðarlívið hjá íslendskum bóndum, teimum sum høvdu staðið sum burðarstólparnir í íslendskari mentan frá áraldstíð, var mett sum einki minni enn landssvik. Kortini verður hin ómenniskjansliga harðbalni knæbóndin Bjartur menniskjansligur og ógloymandi gjøgnum kærleika sín til stjúkdóttrina Ástu Sóllilju, lívsblómu sína.
Eins og Arnas Arnæus var Halldór Laxness heimsmaðurin, ferða-
maðurin, kosmopolitturin, men samstundis hann sum dugdi at tosa við ta gomlu bygdarkonuna, so meinkunnugur við slag og slekt og øll viðurskifti, sum var hann ongantíð farin burtur.
Upplýsingarmaður, romantikari, modernistur; sosialistur, katolikkur, taoistur. Ein felagsnevnari kunnu orðini hjá Salku Valku vera, tá ið hon frá at vera ímóti arbeiðarafelagnum er blivin tann ágrýtnasta at fáa arbeiðsfólkið at standa saman, og tað verður brigslað henni, at hon hevur broytt støðu; tá er tað hon svarar við orðum, ið kunnu standa sum eyðkennisorð fyri ta leitandi ondina hjá høvundinum: "Havi eg ikki loyvi til at vita betur í ár enn í fjør?" -
Humanistiski boðskapurin hjá Laxness um samhuga við tí lítið menta, veika, allastaðni, hevur verið samanfataður við orðunum um "samhugan við Ástu Sóllilju á jørðini".
Hin reini tónin
Í Atomstøðini (1948), síðstu sosialistisku skaldsøguni hjá Laxness, sigur organisturin: "Okkara tíð - okkara lív, tað er okkara vakurleiki"; orðini hóska saman við øllum, sum Laxness hevur skrivað og eru einasti fasti lærisetningur hansara. Vakurleikahugtakið er relativt eins og tíðin. Vakurleikin í Salku Valku (1931-1932) er ein annar enn í Brekkubýlissøgu (Brekkukotsannáll, 1957), har "Eitt tár mótvegis skapan heimsins" er endamálið hjá alheimssangaranum Garðari Hólm, sum leitar eftir tí eina og reina tónanum, sum er sannur. Í seinastu skaldverkum sínum leitaði Laxness støðugt ídnari eftir hesum tóna, eftir fullkomnari listarligari orðing, samstundis sum hann fekk vantrúgv á orðum. Jón Primus, presturin í Kristnihaldi undir Jøkli (1968) sigur:
»Tað er spell, at vit ikki bríksla hvør á annan eins og fuglarnir. Orð eru villleiðandi. Eg royni sum best at gloyma orð. Tí skoði eg liljurnar á bønum, men tó fram um alt og serliga jøkulin. Hyggur tú nóg leingi at jøklinum, halda orð uppat at hava nakra gudsskapta merking.«
Við hansara egnu orðum (Yfirskyggðir staðir, greinir, 1971):
»Vit skulu vóna, at tað er náttúran, skapanin sjálv, sum kemur til møtis við okkum í listini.«
--------------------------------
Halldór Laxness:
MAISTJØRNAN
O mín lættgongda stjørna,
o mín trá eftir tær,
enn vil snerta í glugga,
tá ið sól ikki sær,
lat tó vindin so ýla,
bara stjørnan er nær,
og nú komin er stjørna,
sum er stjørnan hjá mær.
Tað er kreppa í landi,
tað er stríð, ikki sátt,
hvør er turvtari nú?
Hvør er veitari brátt?
Tað sum eg fái skamtað
er fátækt og smátt
uttan vársólarvón,
mína megi og mátt.
Men í kvøld lýkur vetur
hins vinnandi mans,
og í morgin skín maisól,
henda maisól er hans,
henda maisól er sól
okkar felagabands,
tí skal merkið í húnar
okkar framtíðarlands.
Sigurð Joensen føroyskaði
----------------------------------
STÓÐ EG VIÐ ØKSARÁ
Stóð eg við Øksará,
fossagos gjónni frá;
gangara ungum á
Arason reið tætt hjá,
hjálmfagurt herðum frá
høvur eg uppreist sá;
her gjørdi hann stuttan stans,
stevndi til Norðurlands.
Úr lundi hoyrdi eg, hvar
hulduljóð sungið varð;
fanst mær eg kendi har
tann sum sló streingirnar:
heilur til kropp og sál
lokkar fram álvamál,
alvinur er títt navn
heimkomin úr Kjøpinhavn
Stóð eg við Øksará
á fjøllum roði brá,
kátt tók at klinga og fast
klokkan sum áður brast,
alskæran ljóm hon sló
út yvir vatn og skóg.
Mín klokka, klokkan tín,
kallar oss heim til sín.
Halldór Laxness