Hallgerð Hansen setir forvitnisliga framsýning

- Øll eru hjartaliga vælkomin til framsýningina í Skúlanum við Streymin

Árliga framsýningin hjá frítíðarundirvísingini í Sunda kommunu verður sunnudagin hin 22. mars.

 

- Framsýning verður í Skúlanum við Streymin frá klokkan 15 til 18, siga tey í Sunda kommunu.

 

Tað verður Hallgerð Hansen, forkvinna í trivnaðarnevndini í kommununi, sum fer at seta framsýningina.

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Sunda kommunu.