Geri Halliwell hittar í løtuni við bókum sínum um hetjuna ?Ugenia Lavender?.
Fyrrverandi Spice Girls-songkvinnan og núverandi rithøvundurin Gerrie Halliwell góvu fyri nøkrum mánaðum síðani eina røð av barnabókum út um ?Ugenia Lavender? og bøkurnar eru longu vorðnar eitt stórt hitt.
Innan nakrar fáar mánaðir hevði hon longu selt yvir 25.000 bøkur í Onglandi.
- Eg eri so glað fyri, at øll elska Ugenia eins nógv og eg geri, sigur Halliwell við contactmusic.com.