Hallur er aftur á listanum í Klaksvík

32 ára gamli miðvallarin er tøkur aftur, eftir at hann í meiri enn eitt ár hevur verið darvaður av skaðum

5. oktober í fjør endaði tað 0-0, tá ið KÍ á Tórsvølli spældi ímóti franska Lille. Tá varð Hallur Hansson skiftur inn ein hálvan tíma undan leikloki. Her sæst hann saman við Jákupi B. Andreasen, sum framvegis er skaddur

Klokkan 19.45 í kvøld verður fyrsta bríksl í síðsta Europa dystinum í Klaksvík á hesum sinni.

 

KÍ hevur vitjan av Malmø FF, sum fyri einari viku síðani vann 4-1 á heimavølli. KÍ málskjútti í Malmø var Árni Frederiksberg. Áhugin fyri dystinum í Klaksvík í kvøld er rættiliga stórur. Tað eru bara fá atgongumerki eftir at selja. Tøku setrini eru á eystara enda á vøllinum. 

 

Inntil fyri stuttum vóru nógvir KÍ spælarar ikki tøkir, tí teir vóru skaddir. Fleiri av hesum vóru á listanum í Malmø, og tá ið tveir svenskir spælarar í summar eru lagstir aftrat, so er kappingin um plássini á KÍ liðnum nógv størri nú, enn hon var fyrr í ár.

 

Og nú verður kappingin uppaftur størri, tí Hallur Hansson er tøkur aftur.

 

Miðvallarin, sum í fleiri ár var liðformaður á landsliðnum, hevur ikki spælt so nógv, síðani hann undan kappingarárinum í fjør skrivaði sáttmála við KÍ. Á heysti í 2022 sleit hann krossbandið í knænum, og alt síðani tá hevur talan fyrst verið um endurvenjing av knænum, og síðani hevur hann verið darvaður av øðrum skaðum.

 

Hallur var við í seks landskappingardystum í fjør, og bara tvær ferðir var hann á vøllinum allan dystin á tamb. Og so var hann við í átta dystum í Europa. Eisini í teimum varð hann ódrúgvur.

 

Nú sær tað út til, at skaðaskeiðið er av. Hallur Hansson, sum 8. juli fylti 32 ár, hevur í fleiri vikur vant saman við liðfeløgunum. Tað var ætlanin, at hann skuldi vera á listanum, tá ið KÍ var í Malmø. Tá vóru tað persónligar orsøkir, sum vóru orsøk til, at hann ikki var við. Í kvøld verður Hallur Hansson á listanum. Hann verður neyvan millum teir fyrstu ellivu, men tað kann fara at vísa seg at vera kærkomin styrkur, at hava spælara við so nógvum altjóða royndum á beinkinum. Hallur Hansson hevur verið 71 ferðir á landsliðnum, har hann hevur skorað fimm mál.

 

Uttanlands hevur Hallur umboðað KR Reykjavík, Vejle BK, AC Horsens, Vendsyssel FF og Aalborg BK.

 

KÍ - Malmø FF: Vitālijs Spasjoņņikovs úr Litava kl. 19.45.

 

5. oktober í fjør endaði tað 0-0, tá ið KÍ á Tórsvølli spældi ímóti franska Lille. Tá varð Hallur Hansson skiftur inn ein hálvan tíma undan leikloki. Her sæst hann saman við Jákupi B. Andreasen, sum framvegis er skaddur