AC Horsens var á odda bæði 2-0 og 3-1 á heimavølli móti Silkeborg, men tað endaði enn einum Superliga-javnleiki til Hall Hansson og hansara menn. Tað endaði 3-3. Hallur Hansson spældi allan dystin.
Silkeborg hevði bara eitt stig undan dystinum, meðan AC Horsens hevði spælt tríggjar av fýra javnt. Við Horsens Folkeblad segði AC Horsens venjarin, Bo Henriksen, at arbeitt verður við at fáa teir frestu at rigga betri saman. Tað kastaði rós av sær til føroyska landsliðsmiðvallaran Hall Hansson.
- Hallur Hansson er ein av okkara bestu spælarum, og fyri meg er tað ikki so týdningarmikið hvar hann spælir. Tað snýr seg um at fáa spælt hann í røttu støðurnar, sigur Bo Henriksen millu annað við lokala blaðið undan dystinum í dag.
Tað kemur illa við, at AC Horsens ikki megnaði at vinna dystin í dag, men við fýra javnleikum í fimm dystum, so tykist sum at greundsteinurin fyri einum góðum kappingarári er til staðar. Føroyski miðvallarin spældi allan dystin í dag. AC Horsens liggur miðskeiðis á stigatalvuni.
Í næstbestu deildini spældi Viljormur Davidsen og Vejle BK 2-2 móti FC Helsingør. Viljormur Davidsen byrjaði inni á vinstra bakki.