Hallur og KR taptu fjórðingsfinaluna í steypakappingini

KR tapti eina málríka fjórðingsfinalu fyri verandi steypavinnarunum, Víkingi

Hallur fekk 64 minuttir á vøllinum, tá hann og liðfelagarnir í KR taptu málríka fjórðingsfinalu 3-5 fyri verandi steypavinnarunum, Víkingi á útivølli.

 

Tá Hallur fór av vøllinum var støðan 3-1 til Víking. Tað eydnaðist KR at koma afturíaftur, og tá 85 minuttir vóru farnir javnaðu teir til 3-3. Men seinastu fimm minuttirnar av vanligu leiktíðini eydnaðist tað Víkingi at skora tvey mál aftrat.

 

Víkingur R. 5 - 3 KR - fjórðingsfinala í steypakappingini 

 

 1-0 Erlingur Agnarsson ('31)

 

 2-0 Birnir Snær Ingason ('36)

 

 2-1 Theodór Elmar Bjarnason ('45)

 

 3-1 Ari Sigurpálsson ('55)

 

 3-2 Atli Sigurjónsson ('66)

 

 3-3 Sigurður Bjartur Hallsson ('84, br)

 

 4-3 Helgi Guðjónsson ('87, br.)

 

 5-3 Sigurður Steinar Björnsson ('89)

 

Hetta var seinasti møguleikin hjá Halli og liðfeløgunum at vinna eitt steyp hetta kappingarárið. Nú ræður um hjá KR at enda millum fýra tey ovastu liðini í Bestu deildini, og vóna tað røkkur til eitt evropeiskt pláss komandi ár.

 

Einasta føroyingaliðið, ið hevur vunnið seg í fjórðingsfinalurnar er FH hjá Gunnari Nielsen.