Hallur vann á Patriki

KR hevur klatrað væl á stigatalvuni við tveimum sigrum á rað

Fyrsta føroyingauppgerðin í bestu íslendsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið var leikt í kvøld.

 

KR við Halli Hansson á liðnum tók móti Keflavík, ið hevði Patrik Johannesen í álopinum.

 

KR vann 1-0 við einum máli sum Þorsteinn Már Ragnarsson skoraði miðskeiðis í seinna hálvleiki.

 

KR er nummar fimm í deildini við 10 stigum fyri seks dystir. KR hevur átta stig upp til oddaliðið, Breiðablik sum hevur 18 stig. Keflavík liggur triðaftast við fýra stigum.

 

Komandi leygardag leikar KR heimadyst móti Leiknir. Dagin eftir verður føroyingauppgerð í Keflavík millum Keflavík og liðið hjá Gunnari Nielsen, FH.