Hallur var hæddarpunktið

Í august mánaði spældi Hallur Joensen á contryfestival í Silkeborg. Oddbjørn Vágslíð var við á ferðini og hevur skrivað ferðafrásøgn. Hetta er triðji og seinasti partur av frásøgnini

Sum Jytte segði, so liva vit countryfjepparar í Føroyum, ikki í okkara tíðsaldri. Hon sipar nokk til tann meira siðbundna countrytónleikin, sum hann framførdi. Hallur sigur so, at nú skrúva vit tíðina aftur til, tá ið countrytónleikurin byrjaði at koma út á plátum. Vit fara aftur til 1933 og hoyra “Peach Picking Time Down In Georgia”. Eitt fyribrigdi, sum vit ikki høvdu uppliva á festivalinum var, at dansigólvið frammanfyri pallin, bleiv ikki nýtt til at dansa á. Men ein partur av fólkinum reisti seg upp, og stóðu frammanfyri pallin og hugdu at Halli, ímeðan hann framførdi.

Síðani greiddi Hallur frá, at við hansara høgru lið, sat steelguitarleikarin Jákup Zachariassen, sum bæði var hansara produsari og hevði skrivað tekstir til allar sangirnar, á nýggjastu fløguni hjá sær “Enn stendur hurð mín opin”. Hallur greiddi frá, at teir nú fríggjakvøldið høvdu fingið tekstin umsettan úr Skotlandi, av familju hjá Jákupi. Hann var síðani sendur sum teldupost til teir. Og nú kundi hann so syngja tann føroyska countrysangin “Enn stendur hurð mín opin” á enskum fyri fystu ferð á Country festivalinum í Silkeborg. Og so bleiv “Still My Door Stands Open” sungin. Og hann vísti seg at rigga sera væl. Serliga damurnar vístu seg at taka hann til sín. Kanska hurðin hjá onkrari enn stóð opin.

Hallur segði víðari, at teir vóru allir føroyingar í bólkinum. Síðani spurdi hann, um nakar føroyingur var til staðar á festivalinum. “Ja” rópini rungaðu um allan festivalin, og tað bleiv veittra við teimum føroysku pappírsfløggunum. Hallur greiddi frá, at hann í 16 ár hevði spælt tónleik í Jyllandi, og at her vóru nógv kend andlit, sum hann kendi aftur. Hann segði, at hann hevði givið 3 fløgur út, og tað var eitt navn, sum var við á øllum fløgunum, og tað var John Prine. Og so sang hann “Speed of the Sound of Loneliness”.


Sang til pápa sín

Síðan greiddi Hallur frá, at familjan hjá sær sat ímillum áhoyrararnar. Og saman við teimum vildi hann syngja ein sang til pápa sín Karl Andre, sum er har uppi. Og peikaði hann upp í luftina. So framførdu tey “Let´s Turn Back The Years”, sum Hank Williams hevur gjørt. Jákup Zachariassen spældi eina strofu av hesum sangi á steelguitar í besta Don Helms stíli. Hann var steelguitarleikari hjá Hank Williams.

Men lívið gongur víðari segði Hallur. Og treiv í “Smile” á enskum, sum makkaraparið Jákup Zachariassen við orðum, og Martin Joensen við lagi, so meistarliga hava gjørt og givið okkum.

Síðan spurdi Hallur, um nakar var til staðar, sum kendi gamla bólkin hjá sær “Western Blues”.

Og “ja” rópini rungaðu um alla áhoyrarafjøldina. So kenna tit kanska hesar, segði hann, og treiv í “Storms Never Last”. Síðani kom “Nobody´s Child” og “Green, Green Grass of Home”. Og so segði hann “føroyingar, syngið við”. Og so kom “Fagra blóma” á føroyskum.

Ein bólkur uppá uml. 20 fólk við Eiler Østerø av Skipanesi, ein fyrrverandi “Western Blues” guitarleikari, stóð á odda frammanfyri pallin. Øll høvdu hendurnar um herðarnar á hvørjum øðrum og svingaðu í takt við Føgru blómu. Og rómurin vildi ongan enda taka. Tað vóru 2 pør sum fóru at dansa. Restin stóð fullkomuliga trøllabundin frammanfyri pallin. Ja, sjálvt tann ljóshærda kvinnuligi fotografurin, sum Sosialurin hevði á staðnum, sang við.

Og Oddbjørn fekk at sanna, at danir dámdu hetta lag. Bilførarin í tí stóru limosinuni, sum koyrdi Hall út á festivaløkið, segði við hann, tá ið hann fekk at vita, at hetta vóru føroyingar. “Du må synge Fagra blóma. Ikke på dansk, heller ikke på engelsk. Det skal være den færøske udgave”.

Síðani tók hann “Walking The Floor Over You”. Ein klassiskur linedance sangur. Og vóru tað nógvir line dansarar, sum tá fóru upp á gólv, í einum horni av dansiøkinum.


Stóra endanummarið

Hallur fekk sær nú ein smakk av einari vatnfløsku, sum hann hevði frammanfyri sær, slerdi á guitaran, og segði. Um tit spyrja meg, hvat fyri countrystíl mær dámar best, so er tað hesin. Og so treiv hann í “Someday You´ll Call My Name”, ein av yndissangunum hjá Hank Williams senior.

Øll kenna vit Johnny Cash við “San Quentin”. Á somu LP er eitt lag, sum eitur “Give my love to Rose”. Vit eru so heldigir, at blíva nr. 2 í Europa innan country við hesum lagi. So nú fáa tit lagið her, segði hann.

Síðani greiddi Hallur frá, at Charley Pride hevði verið á vitjan í Føroyum, og at hann framførdi fyri honum, ímeðan Charley sat í salinum. Charley hevði fingið at vita, at hansara lag “Crystal Chandelier”, var umsett til føroyskt, av úrmælinginum og tónasmiðinum Martin Joensen. Og vildi hann hava Hallur, at syngja lagið fyri sær á føroyskum. Og síðan kom “Gyltu Ljósakrúnurnar”, við tí eyðkenda klappinum, tá ið man slær lógvarnar saman, í takt við tónleikin.

Síðani greiddi Hallur frá Kristinu Bærendsen, sum stóð við hansara lið, at hennara síðsta framførsla var í Klaksvík fyri nøkrum døgum síðani, har hon sang saman við Bobby Bare.

Nú var hon so komin eitt trin longur upp, tí nú skuldi hon syngja saman við sær. Allir áhoyrararnir flentu.

Nú leið ímóti endanum. Og so kom sangurin, sum skuldi gerast hæddarpunktið á Silkeborg Country festivalinum 2011. Hallur segði, at tá ið hann var úti og sang, so vildi hann altíð hava “Seven Spanish Angels”. Og hann fáa tit nú. Hallur slerdi á guitaran nakrar ferðir. Gekk inn á pallin, boygdi fyrst høvdið framyvir, og kastar tað so upp í loft. Líka sum, nú gevi eg alt, eg eigi. Gekk út ímóti mikrofonini aftur, og so kom “Seven Spanish Angels”.

“He looked down into her brown eyes”. Hallur sang fysta ørindi og niðurlagið. Síðani tók Kristina mikrofonina av og sang, “She reached down and picked the gun up, that lay smokin´ in his hand”. Síðani kom Hallur inn aftur, og sungu tey bæði lagið liðugt. Hetta hóvaði fjøldini, at hoyra eina kvinnurødd við hesum lagi. Beint frammanfyri pallin stóð Alex Bærendsen, kanska við tárum og lýddi á, meðan dótturin sang. Og so komu øll tey taktfastu klappini frá allari mannafjøldini. Og fólkini byrjaðu at reisa seg upp og stóðu og klappaðu, alt meðan Hallur presenteraði tónleikarabólkin hjá sær. Hetta var ein stór løta, og so treiv hann í niðurlagið aftur. Jytte frásøgukvinnan, var skjót inn á pallin, at geva Kristinu eina reyða rósu, sum fløvaði.


Vildu hava meira

Tað var líka sum, at her kom nakað óvæntað, bæði á áhoyrarar, frásøgufólk og tónleikarar á pallinum. Tí fólkið vildi ikki sleppa Hallur. Tað bleiv skotið av. Og boðaði hetta frá, at konsertin við Hallur var av. Endin var, at Ole tók mikrofonina og spurdi, “vilja tit hava meir av hesum?” Og tað bleiv eitt rungandi “ja”.

Hallur segði við fólkið, “Vit blíva vinir fyri lívið av hesum”. Og so spurdi hann, hvønn sang skulu vit taka? Og har komu nógv uppskot. Vit taka hendan, og so treiv hann í “Okie from Muskogee”. Mannafjøldin stóð nú øll uppi, og klappaðu taktfast til sangin. Og so gav Hallur øllum sínum tónleikarum møguleika at royna seg, við einari strofu av “Okie” á sínum tónleikaraljóðføri. Og var hetta ein virðuligur endi av konsertini.

Hallur takkaði fyri seg og segði, at vit møtast uppi í autografteltinum. Tit fáa øll eitt “klemm”. Jytte frásøgukvinnan segði at hon var ovfarin av hesum fagnaði, sum Hallur hevði fingið. Og segði: “Tænk at man skulle til Færøerne at finde countrymusik af den karat”.

Hallur fór nú av pallinum og skuldi førast av einum kvinnuligum “guide” niðan til autografteltið. Hann hevði verið í so gávumildur at siga at øll fingu klemm frá honum. Tí á veg niðan í teltið vóru tað mong, sum vildu hava eitt klemm. Fólk í øllum aldri, kvinnur sum menn. Kvinnan, sum fylgdist við honum og hevði gjørt somu rutu við nógvum stjørnum, segði, at hon hevði ikki uppliva tílíkt áður. Og tað sigur ikki so lítið um tann fagnað, sum Hallur fekk frá áhoyrarafjøldini.

Við síðuna av autografteltinum var eitt sølutelt, sum seldi fløgur hjá teimum, sum framførdu á festivalinum. Hallur hevði tikið uml. 200 eintøk, av teimum báðu fyrstu útgávunum. Og gingu tær sum heitt breyð. Tí allar blivu seldar eftir einari lítlari løtu. Um hann hevði havt 200 afturat, so blivu tær eisini seldar. Ja sjálvt tann nýggja føroyska útgávan, “Enn stendur hurð mín opin”, sum ikki var komin í handlarnar í Føroyum, var keypt. Sjálvt um hon bert er á føroyskum.

Ein av fyrireikarunum segði, at áðrenn konsertina var tað Lorrie Morgan úr USA, sum var nr.1. Nú hann hevði hoyrt Hall, var hann blivin nr.1, og Lorrie var farin á pláss nr. 2 á Silkeborg Country festivalinum 2011. Hann segði eisini, at hetta gav Jytte og Scandinavian Country Club nakað at hugsa um. Tí tað var tílíkur tónleikur, fólkið vildi hoyra. Jytte er forkvinna í hesum klubba, og er mamma “Bibi” og er gift við “Sniff”, sum blivu landskend í Danmark í einari sangkapping.


Seldi allar fløgurnar

Eftir at hava skrivað eitt ótal av autografum og givið kvinnum og monnum eitt klemm, fór Hallur í pressuteltið at svara spurningum. Aftaná kom hann oman og setti seg hjá mammu síni, púra róligur, akkurát sum um einki var hent. Konsertin var nú liðug. Og tað besta av øllum var, at tað var turt og av besta veðri undir allari konsertini hjá Halli. Nú vóru bert tveir bólkar eftir, og nú loysti hann av við samregni. So har komu regnskjól fram, og fólkið byrjaði at pakka saman og fara avstað.

Hallur hevið fingið eitt prei um at koma fram við “Tuborgteltinum”, áðrenn hann fór til hús. Har framførdi “Bjarke og Blue Boots”. Ein danskur tónleikarabólkur, sum skuldi enda Silkeborg Country festivalin fyri 2011. So vit fóru øll niðan, og sluppu undir tak.

Ímóti endanum av framførsluni segði Bjarke, at hann hevði fingið ein gestasangara og veitrar Hallur uppá pallin. Tað var ikki avgjørt, hvat lag teir skuldu syngja saman. Men tað bleiv “Seven Spanish Angels” einaferð enn, saman við “Beddi” og Kristinu í kóri. Jytte frásøgukvinnan og leiðari fyri tiltakinum var nú eisini komin niðan. Í hondini hevði hon eina sjampanjufløsku og eitt glas. Hon tveitti hetta til ein av áhoyrarunum, treiv í tað nærmasta mannfólki, og fór út á dansigólvið at dansa. Hon smíltist yvir alt andlitið. Tað var skilligt, at hon var væl nøgd.

Vit fóru nú øll heim aftur á Scandic Holtel. Skiftu og fóru so at fáa okkum ein bita. Dekkað var upp til 20 persónar. Har sótu vit so, og tosaðu um tað, sum var farið fram um dagin.Og vóru øll á einum máli, at hetta var ein sera minniligur dagur, fyri føroyska countrytónleikarasøgu. Sum tann countryfjeppari, eg eri, skuldi eg hava autografin hjá Halli skrivaðan á programmið fyri “Silkeborg Country Music Festival 2011”, tann sama dagin. Tað fekk eg eisini. Eg segði við Hallur, at programmið kom at standa, saman við programminum frá Wembley í 1978, har nógvar stjørnur høvdu skrivað í. Eg segði eisini við hann, at skuldi tað ganga 33 ár til Oddbjørn fór á næstu countrykonsert uttanlands, so fylti hann 100 ár, um hann var á lívi.

Eftir er bert at siga, at heimferðin gekk væl. Og Oddbjørn bleiv koyrdur til dyrnar Á Brekku 1 í Klaksvík við reyða bussinum hjá “countrykonginum” Hallur Joensen, har hann sjálvur var bilførari.

Til seinast vil eg takka Halli, sum gav mær henda møguleikan, at koma við á henda søguliga countrytúr. Og øllum teimum monnum og kvinnum, sum eg kom í samband við. Hetta var ein ferð, sum eg seint fari at gloyma.

Eina serliga tøkk vil eg bera til “pressu”-makkaran hjá mær, Karl Sofus í Heimistovu, sum syrgdi fyri, at henda søguliga ferð og løta, tá ið Hallur, saman við sínum tónleikarum, var á palli í Silkeborg Country festivali, bleiv fest á film. So eftirtíðin kann meta um bragdið, hetta í veruleikanum var. Eg eri sloppin at hyggja filmin ígjøgnum og kann tí greiða so nágreinliga frá, hvussu framførslan hjá Halli gekk fyri seg.

Eg havi eftir førimuni roynt at greitt frá, hvussu eg upplivdi henda søguliga túr. Og vóni eg, at onnur country áhugað, kunnu deila hesa uppliving við mær. Kanska skuldi Atlantic Airways ella Smyril Line stíla fyri einum tílíkum countryfjeppara túri næsta ár. Eitt er vist. Hallur verður at síggja aftur á country festivalinum í Silkeborg.

Eingin av okkum, sum fóru avstað úr Føroyum á hesi søguligu ferð til Silkeborg, høvdu hóming av, at tað skuldi verða Hallur og Kristina, saman við “sjey sponskum einglum”, sum skuldi gerast hæddarpunktið á Silkeborg Country festivali 2011.