TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr eina kykmyndasamrøðu, sum YouTube rásin hjá Vendsyssel FF, aftaná Hallur Hansson, Brandur H. Olsen og hinir í Vendsyssel FF høvdu vunnið 1-0 á oddaliðnum í næstbestu fótbóltsdeildini í Danmark, Lyngby á útivølli.
Í samrøðuni verður nomið við málið, sum Hallur Hansson hegnisliga legði upp til við einum góðum gjøgnumbroti, og innleggi til Tiago Leonco, sum beindi bóltin í málið.
Hallur Hansson heldur, at Lyngby hevði bóltin nógv, men hann undirstrikar, at teir í Vendsyssel FF vístu stóran vilja í dystinum, og tað bar teir langt.