Hallur: Vónbrotið er størri hesaferð

Landsliðið: Tað sigur Hallur Hansson um tapið fyri Eysturríki. Nú skulu vit bjóða skotum upp til dans

##med2##

 

Samrøða við Hall Hansson

 

Føroyska manslandsliðið venur í løtuni á Tórsvølli, undan HM-undankappingarlandsdystinum mót Skotlandi, sum verður klokkan 19.45 í annaðkvøld. Liðskiparin á landsliðnum er meiri vónbrotin um tapið móti Eysturríki, enn móti Danmark.

 

- Tá vóru vit skuffaðir, men stoltir av avrikinum. Hesa ferð eru vit meiri skuffaðir. Vit hava stórar málmøguleikar og vit lata nøkur býtt mál inn, sigur Hallur Hansson.

 

Hann spældi sum yngri við Aberdeen í Skotlandi, men tað hevur ikki merkt hendan dystin so nógv. Tó so, so vístu fjølmiðlarnir honum ans eftir samrøðuna við FM1. Liðskiparin vil hava eitt gott avrik móti Skotlandi.

 

- Vit skulu kunnu síggja hvønn annan í eyguni eftir dystin. Eg vil gjarna hava eitt stig. Sjálvandi vilja vit gjarna hava øll trý, men skotar eru væl koyrandi í løtuni. Tó haldi eg, at vit hava eina styrkju á heimavølli, sum er øgiliga spennandi, sigur Hallur Hansson.

 

Dysturin móti Eysturríki verður í annaðkvøld klokkan 19.45.