Haltar í Klaksvík

TB legði best fyri av teimum, sum hava møguleika at flyta upp, og bæði HB og Víkingur vístu stóra styrki á heimavølli

Fótbóltur: Um metast skal út frá uppmøtingini til fyrsta heimadystin nakrantíð hjá besta KÍ-liðnum í næstbestu deildini, so kann ikki sigast annað, enn at viðhaldsfólkini framvegis bakka upp, hóast talan er um nýggjar tíðir.
Dreymurin er sjálvsagt, at tað í eini handavending skal eydnast at flyta uppaftur í bestu deildina. Tað liggur til høgra beinið at sammeta við Newcastle, sum eitt sindur óvæntað flutti niður úr bestu ensku deildini í fjør. Longu í gjár eydnaðist Newcastle at tryggja sær sess millum tey bestu næsta kappingarár, og venjarin, Chris Hughton, helt fyri, at tað var fyri neyðini, tí hesir spælararnir høvdu uppiborið at spæla á hægsta stigi.
KÍ-avrikið ímóti FC Hoyvík á heimavølli leygardagin var ikki undirstriking av, at KÍ uttan víðari fer at flyta upp. Liðið er ungt, royndirnar eru fáar og smáar, og harvið er tað ikki sjálvsagt, at hesir spælararnir – ikki í løtuni ið hvussu er – hava uppiborið at spæla í einari hægri deild, enn teir nú gera tað. Hinvegin má avrikið hjá hoyvíkingum roknast sum meira enn góðkent.
Úrslitið var 1-1. Svenning W. Hansen legði hoyvíkingarnar framum tíðliga í seinna hálvleiki við stútara eftir horna, og Stefan Kalsø javnaði til 1-1, tá hann setti krúllin undir hornasparksinnlegg.

TB sannførandi
TB, sum eisini hevur møguleikan at vinna seg uppeftir, legði hinvegin sannførandi fyri á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá AB. Stutt undan steðginum setti Heini Mortensen hol á við stútara eftir horna. Tíðliga í seinna hálvleiki var Heini Mortensen vístur av vølli, eftir at hava nýtt neyðbremsuna, men hóast tvøramenn vóru undirmannaðir, skoraðu teir tvær ferðir aftrat. Í báðum førum var tað miðvallarin, Joseph Bassene, sum var málskjútti.
Fjórða liðið, ið hevur møguleika at flyta upp, er 07 Vestur. Úrslitið í Sørvági ímóti teimum næstbestu í NSÍ var 0-0. Næst við at fáa mál var heimaliðið, tá ið bólturin brast í stólpan, men heldur ikki hetta kann roknast sum nøktandi hjá heimaliðnum, ið átti at fingið meira burturúr.
So tíðliga á árinum eru nógvir við í kappingini um plássini á besta HB-liðnum, og tað sæst aftur á manningina á næstbesta liðnum. Eitt nú var Jóhan Eivind R. Mouritsen, sum skoraði til 2-0 og 3-0, væl upplagdur. Báðar ferðir var tað eftir upplegg frá Hendriki Rubeksen.
Fimti dysturin páskaaftan var millum tvey av liðunum, ið eru manna við teimum næstbestu hjá feløgunum, sum bæði eru umboðað í Vodafonedeildini. Her var tó eingin ivi, tí Víkingur sendi B68 útaftur á Toftir við 5-1 tapi, har serliga Hjartvard Hansen gjørdi vart við seg við einum reinum »hat-trick«.