Í minsta lagi 73 fólk eru dripin í ísraelskum álopum á Beit Lahiya í Gazageiranum í gjár.
Tað segði fjølmiðlaskrivstovan hjá Hamas leygarkvøldið, sambært tíðindastovuni Reuters. Tað er palestinska rørslan, sum situr við valdinum í Gazageiranum.
Ísraelski herurin sigur seg kanna fráboðanir um álopið.
Ein talsmaður fyri ísraelska herin sigur, at ein fyribils kanning bendir á, at tølini frá miðlaskrivstovuni hjá Hamas eru yvirdrivin og ikki samsvara við upplýsingarnar, sum ísraelski herurin hevur. Hetta skrivar Reuters.
Fyrr hava bjargingarfólk sagt við Reuters, at í minsta lagi tíggju eru deyð í álopum á Beit Lahiya leygardagin.
Nýggjasta fráboðanin er sostatt ein stór tillaging uppeftir.
- Hetta er eitt stríð við fólkadrápi og tjóðskaparreinsan. Hersetingin hevur framt eitt ógvusligt hópdráp í Beit Lahiya, sigur fjølmiðlaskrivstovan.
Sambært bjargingarfólkunum eru fleiri hús nærhendis oyðiløgd og ein bygningur í fleiri hæddum raktur.
Býurin liggur tætt við stóru Jabalia-leguna í norðara parti av Gaza, sum Ísrael nýliga hevur kringsett.
Miðlaskrivstovan í Gaza sigur víðari, sambært Al Jazeera, at ísraelskar herdeildir bumbaðu fjølbygt bústaðarøki í Beit Lahiya.
Eisini eru fleiri særd og saknað - tey flestu eru børn og kvinnur, stendur í fráboðanini.
Sambært fjølmiðlunum rapaðu bygningar, meðan fleiri fólk vóru inni í teimum. Ongar ávaringar vórðu givnar fólki um at rýma.
Talið av deyðum fer at hækka komandi tímarnar, tí nógv fólk eru fangað undir húsaleivdunum, halda fjølmiðlarnir víðari.
/Ritzau/