Hamas og Fatah vitja í Moskva

Umboð fyri palestinsku felagsskapirnar Hamas og Fatah hittast í morgin í høvuðstaðnum í Russlandi, Moskva.

Fatah hevur eftirlitið við palestinskum pørtum av Vestara Áarbakka, meðan Hamas hevur stjórnarvaldið í Gaza. Her sæst ein mótmæliskonga í Ramallah á Vestara Áarbakka, har palestinska sjálvstýri hevur høvuðssæti. (Arkivfoto). - Foto: Zain Jaafar/Ritzau Scanpix

Har skulu teir tingast um møguleikarnar fyri eini palestinskari eindarstjórn, sigur palestinski sendiharrin í Russlandi, Abdel Hafiz Nofal, sambært russisku tíðindastovuni Ria.

Teir skulu eisini tingast um endurbygging av Gaza. 

Hamas hevur stjórnarvaldið í Gaza, meðan Fatah leir palestinska sjálvstýri á Vestara Áarbakka.

Russiski varauttanríkisráðharrin, Mikhaeil Bogdanov, váttaði sambært Ria, at fundurin verður.

Kreml upplýsir, at forseti Russlands, Vladimir Putin, ikki fer at hitta palestinsku umboðini.

/ritzau/Reuters