Bretska kvinnan, Daphne Selfe, ið er kend sum heimsins elsta modell, er deyð, 97 ára gomul.
Hetta vita fleiri útlendskir miðlar at siga í kvøld, eitt nú New York Times, og sagt verður, at hon doyði leygardagin í London.
- Daphne Selfe vann sær nógvar heiðurlønir, og í 2023 kom hon eisini í Guinness World Records sum heimsins elsta modell.
Hon byrjaði sína yrkisleið, tá hon var í 20-unum, men eftir at hon gifti seg í 1950-árunum, legði hon størsta dentin á at uppdraga síni børn.
Daphne Selfe hevði eitt nú fleiri smærri leiklutir í James Bond-filmum.
Sum 70 ára gomul í 1998 - árið eftir, at maðurin doyði - løgdu mong merki til hana undir einari mótaviku í London, har hon gekk fyri merkið, Red or Dead.
Eftir hetta helt hon fram við sínari yrkisleið sum modell sum vardi, til hon var langt uppi í nítiárunum.
Seinasta uppgávan hjá Daphne Selfe sum modell var í juni í fjør - ella fyri minni enn einum ári síðan.










