Fleiri russiskir gíslar hjá Hamas rørsluni verða latnir leysir í dag. Tað upplýsir Moussa Abu Marzouk, sum er ein høgur limur í politisku deildini hjá Hamas sambært tíðindastovuni AFP.
Leyslatingin fer fram, tí Hamas vil vísa russiska forsetanum, Vlademir Putin, takksemi fyri støðuna hjá Russlandi í krígnum millum Hamas og Ísrael.
Tað sæst í einum uppslag, sum Moussa Abu Marzouk hevur skrivað á sosiala miðlinum X.
Leyslatingin fer fram undir vápnahvíldini millum Hamas og Ísrael. Hon kom í fyrstu syftu í gildi fríggjamorgunin og skuldi vara í fýra dagar.
Mánadagin varð hon longd við tveimum døgum afturat. Dagurin í dag er síðsti dagur í vápnahvíldini.
Tá avtalan varð gjørd um vápnahvíld millum Hamas og Ísrael, varð samstundis avtalað, at Hamas skuldi lata eitt tal av gíslum leysar.
Hinvegin skuldi Ísrael lata leysar palestinskar fangar í ísraelskum fongslum.
Leyslatingin av russisku ríkisborgarunum verður fram sambært Hamas umframt leyslatingina av hinum gíslunum. Tað verður ikki gjørt sum liður í avtaluni millum Ísrael og Hamas.
/ritzau/