Havnar kirkja verður stúgvandi full, tá Hamferð hevur konsert har fríggjakvøldið. 300 atgongumerki vóru til konsertina, og hesi eru øll farin, boðar bólkurin frá umvegis Facebook í dag.
Konsertin í Havnar kirkju verður tann fyrsta av sínum slagi í Føroyum nakrantíð, og tann fyrsta hjá Hamferð í Føroyum, síðani bólkurin vann Wacken Metal Battle 2012 í fjørheyst.
Og 2012 var sum heild eitt hendingaríkt ár hjá bólkinum. Í marsmánaði vann Hamferð Wacken Metal Battle Føroyar, og seinni áðurnevndu altjóða útgávu av kappingini, sum er tann størsta av slagnum innanfyri tungmálmstónleik. Hetta tryggjaði Hamferð plátusáttmála við týskt plátufelag. Aftrat hesum varð Hamferð fyri kortum kosin ársins bólkur á Planet Awards, sum Miðlahúsið skipar fyri.
Nú er Hamferð júst afturkomin av Eurosonic, og manningin letur væl at framførsluni har. Sostatt er tað ein bólkur, sum er ógvuliga vælfyri, ið fer at spæla í Havnar kirkju fríggjakvøldið.
Teir, ið manna Hamferð eru:
Jón Hansen - vocals
John Egholm - guitar
Theodor Kapnas - guitar
Remi Johannesen - drums
Esmar Joensen - keys
Jenus í Trøðini - bass
Mynd: Hamferð saman við Jógvani Arge frá Tórshavnar kommunu, tá teir vórðu kosnir ársins bólkur á Planet Awards 2012 (Mynd: Jens Kristian Vang)