Hammerfest hart rakt av koronu

22 prosent av fólkinum í Hammerfest eru nú í sóttarhaldi, og í løtuni eru 211 fólk smittað við covid-19.

- Vit hava himmalhøg smittutøl, sigur kommunuyvirlæknin í Hammerfest, Sonny Schumacher.


Ógvusliga smittuspjaðingin heldur fram í norska býnum, Hammerfest, har 42 nýggir koronu-tilburðir vórðu staðfestir seinasta samdøgur. 

 

Í løtuni eru 211 fólk smittað við covid-19, og heili 2500 fólk - tað er 22 prosent av fólkatalinum í býnum - eru í sóttarhaldi. 

 

- Vit síggja, at býurin verður harðari og harðari raktur, sigur borgarstjórin, Marianne Sivertsen á tíðindafundi, sum eitt nú Dagbladet endurgevur. 

 

Dagbladet skrivar, at ógvusliga útbrotið í Hammerfest verður sporað aftur til eitt tiltak fyrr í hesum mánaðinum, har nógvur ungdómur var til steðar.

 

Sambært borgarstjóranum er Hammerfest i vandabólki 5, sum tað verður rópt, og smittutrýstið er 1900 fyri hvørjar 100.000 íbúgvar, sum er rættiliga høgt.

 

- Tað hevur verið ein ógvuslig smittuspjaðing í okkara samfelag. Vit hava himmalhøg smittutøl, og ein hóp av fólki í sóttarhaldi, sigur kommunuyvirlæknin, Sonny Schumacher.

 

Fríggjadagin stongdi Hammerfest býarsamfelagið niður í royndini at fáa smittuna undir eftirlit.

 

Barnagarðar, skúlar, handlar og vøruhús lótu aftur - við undantaki av matvøruhandlum, bensinstøðum og apotekum. Sama eru við mentanar-og ítróttartiltøkum og við veitingarstøðum annars. 

 

Kommunan hevur heitt á øll, sum kunnu arbeiða heima, um at gera tað, eins og heitt verður á allar borgarar um at avmarka sosialt samband í mest møguligan mun - og halda seg heima við hús.

 

 

 

 

 

- Vit hava himmalhøg smittutøl, sigur kommunuyvirlæknin í Hammerfest, Sonny Schumacher.