Hampamaður seksti

Sir Cliff Heimsins elsti teenagari, poppsøgunnar Petur Pann, er farin um tey seksti. Seinasta leygardag helt hann føðingardagin saman við 900 av næstrafólkunum umborð á The Sea Goddess hjá Cunard Line

 

Birgir Kruse

? Og jú, eg nýti Botox at slætta rukkurnar á enninum og havi als einki ímóti kosmetiskari skurðviðgerð heldur, sigur Cliff Richard.

Do you wanna dance

Eftir ein góðan dag í ríkmannaparadísinum Monte Carlo varð farið umborð á skipið at eta ein betri bita og seinni spældi orkestrið upp til dans, har millum onnur Olivia Newton John, Shirley Bassey, Bobby Davro og Bruce Welch vóru við.

Move it

Cliff Richard, hvørs veruliga navn er Harry Rodger Webb, og varð borin í heim í India 14. oktober 1940, gjørdist ein av teim fáu bretum, sum megnaðu at fáa fótin fyri seg innan upprunaliga rock and roll tónleikin í fimtiárunum. Miðilin var single-plátan, og fyrsta útspælið var "Move it" í 1958. Plátan gjørdist í Bretlandi og á evropeiska meginlandinum eins væl umtókt og tær frá amerikanskum stjørnum, sum Elvis Presley, sum í nøkur ár varð kappingarneyti hjá Cliff.

Please don?t tease

Meðan stóra umskiftið hjá Elvis hendi, tá hann fór í herðin í 1958 - beint innan Cliff-plátan "Move it" kom fram - valdi Cliff at gerast siðiligi hampamaðurin, sum vendi harðbalnu undirhaldsverðini bakið. Fyrsta stigið hendan vegin var leikluturin Bongo Herbert í filminum, "Expresso Bongo", í 1959. Sama árið hevði Cliff í fyrsta leikluti sínum spælt hálvkriminellur rokkari í filminum "Serious Charge".

My kinda life

Eftir siðiliga hampaleiklutin í "Expresso Bongo" varð lívsleiðin hjá Cliff løgd. Tónleikurin gjørdist mjúkur og sangbærur. Eingin uppreistur, eingin skuggi úr undirverðini. Til denna dag hevur Cliff tó megnað at bergtikið fólk og ger tað enn. Lakasta skeiði hjá Cliff var fyrst í sjeytiárunum, tá hann einans hevði tveir sangir millum 10 teir bestu í 6 ár.

The only way out

Síðani miðskeiðis í sekstiárunum hevur Cliff Richard verið millum kendastu kristnu sangarar og framsøgufólk. Tíggju ár seinni, í 1976, tá hann tók Devulin uppá tungu, gekk tó betur við plátusøluni. Hetta árið taldist hann millum 10 tær bestu bæði í Bretlandi og USA við "Devil Woman". Árið eftir spyr hann "Why should the Devil have all the good music?".

Travellin? light

Í 1979 varð Cliff á tíggjunda sinnið á fyrsta plássi í Bretlandi. Tað var við sanginum "We don?t talk anymore", sum er mest selda pláta hjá Cliff í Bretlandi. Gloppið millum undanfarnu plátuna, sum náddi eins høgt - Grand Prix sangurin frá 1968 "Congratulations"- var meiri enn 10 ár.

It?s all in the game

Í 1980 hittir Cliff drotningina og fær OBE-heiðursmerkið. Í túninum syngja øll "Congratulations". Gjøgnum áttatiárini kemur ein javnur streymur av plátum, sum í ikki færri enn 12 førum teljast millum 10 tær bestu í heimlandinum. Fyrstaplássið náddi hann um jólini 1988 við "Misteltoe and Wine". Jólini 1990 endurtók eydnan seg og Cliff varð á toppinum við "Saviour?s Day".

Constantly

Um hetta mundið, í 1989, hevði Cliff givið út 100 single-plátur. Støðufasti hampamaðurin sang hetta árið "The best of me". Henda single-pláta nummar 100 gjørdist seksogtjúginda top-trý pláta í Bretlandi hjá sama sangara í meiri enn tríati ár.

I just don?t have the heart

Í 1995 er Cliff við í sangleikinum "Songs from Heathcliff", sum John Farrar og Tim Rice hava sett saman yvir kendu søgu Emily Bronte?s "Harveðurshæddir". Gamla vinkonan Olivia Newton-John medvirkar sum Cathy. Hóast Cliff um jólini 1971 segði við pressuna, at ein møgulig tilstundandi frú Richard kundi verið ein blandingur av Oliviu Newton-John, Cillu Black og Unu Stubbs, so varð einki burturúr. Cliff er enn heiðurskrýndi "Bachelor Boy" í glitrandi poppríki Petur Panns.

Congratulations

Í sambandi við seksti ára dag Cliff Richards er í vikuni givin út nýggj savnsfløga "The whole story". Longu mánadagin náddi útgávan sjeynda plássið á almenna bretska plátulistanum. Sostatt er tað 35 ferðirnar hent, at ein LP-pláta hjá Cliff Richard telist millum 10 tær bestu. Í hesi viku eru tað bert Radiohead og nýggja útgáva teirra "Kid A", sum fleiri bretar vilja ogna sær, heldur enn nýggju útgávu Cliff Richards. Ikki so galið hjá einum sum í ungdómsfikseraðu handilsbúðini er farin um tey seksti.

The young ones

Men eitt er vist; eldast vit, eldist hann eisini. Við blaðið OK! segði Cliff í síðstu viku, meðan hann stákaðist til føðingardagin "Because of the Peter Pan of pop title, I have had to live up to something that nobody actually can. You are going to age - that?s a fact og life"