Eitt lágtrýst millum suðurgrønland og Ísland verður liggjandi og tilhoyrandi brúgvalagið snarar inn yvir Føroyar komandi døgnið. Síðani gerst veðrið støðugari orsaka av einum hátrýstsryggi sunnan, innan nýggj brúgvaløg og lágtrýst seinast í vikuni nærkast Føroyum av útsynningi.
Seinnapartin og í nátt verður lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, 2 til 7 metrar um sekundið. Tað verður skýggjað og regn av og á, og hitin millum 7 og 10 stig.
Týsdagin verður lot til andøvsgul av vestri og útsynningi, 2 til 7 metrar um sekundið. Fyrst skýggjað og regn, seinni klárar í við eitt sindur av sól og hitin millum 8 og 10 stig. Um náttina verður lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 metrar um sekundið. Samdrigið og okkurt æli og hitin millum 3 og 8 stig, í støðum niður móti frostmarkinum.
Mikudagin verður lot til andøvsgul av útsynningi, sum snarar í ein landsynning, 2 til 7 metrar um sekundið. Turt og møguliga sær sólin. Um náttina skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin alt samdøgrið um 8 stig.
Hósdagin verður lot til andøvsgul av landsynningi, 2 til 7 metrar um sekundið, sum øtlar upp í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað, men yvirhøvur turt. Um náttina verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og regn og hitin alt døgnið millum 7 og 10 stig.
Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, sum snarar í ein útsynning, 8 til 13 metrar um sekundið. Fyrst skýggjað og regn, seinni klárar í, tó verður okkurt æli og um kvøldið verður aftur regn. Hitin um 10 stig. Um náttina verður stívt andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið. Turt og stundum klárt og hitin millum 5 og 10 stig.
Leygardagin makar hann vindin niður í gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Alt samdøgrið verður samdrigið og okkurt æli. Hitin um 8 stig, um náttina millum 3 og 8 stig.