Hamrén veit einki um mótstøðuna

Erik Hamrén, venjari hjá Rosenborg, væntar sær ein torføran dyst í Gundadali í annað kvøld

FÓTBÓLTUR

 

- Tað er sjáldan, at vit vita so lítið um mótstøðuna, sum hesaferð. Men vit eru til reiðar.

Tað er ongantíð lætt at sita í venjarasessinum. Tað má sviin Erik Hamrén sanna. Í annað kvøld stendur hann standa á odda fyri Rosenborg, sum vitjar í føroyska høvuðsstaðnum. Hóast hann staðfestir, at dysturin í Gundadali móti NSÍ verður torførur, so krevja fjeppararnir undirhald, málmøguleikar og nógv mál. Teir krevja ein norskan stórsigur.

 

Torførur dystur

Erik Hamrén tók í gjár út leikarahópin, sum skal stríðast við runavíkingar. Roar Strand, Micke Dorsin og Marek Sapara vóru ikki at finna millum nøvnini. Venjarin sigur við rbk.no, at hesir hava tørv á hvíld og verða tískil verandi í Tróndheimi. Hinvegin eru Steffen Iversen, sum áður hevur spælt við enska Tottenham, og Rade Prica, sum hevur skotið eina rúgvu av málum í donskum fótbólti, við í ferðalagnum.

- Dysturin verður torførur. Tað eru dømi um fleiri lið, sum hava havt trupulleikar í Føroyum. Men eg vænti, at vit fáa eitt frálíkt úrslit, sigur Erik Hamrén við rbk.no.

Sjálvsálitinum bilar í øllum førum einki í Rosenborg í løtuni. Liðið er ósigrað í heili 16 dystir, og tað skal í øllum førum ikki verða í Føroyum og í Gundadali, at frálíka gongdin fær sín enda.

- Eg veit millum lítið og einki um føroyskan fótbólt. Men vit eiga at vinna dystin, sigur Kris Stadsgaard, verjuleikari hjá Rosenborg, við RBK.no.

 

Hópurin hjá Rosenborg:

 

Málverjar:

Rune Almenning Jarstein

Alexander Lund Hansen

 

Verjuleikarar:

Mikael Lustig

Alejando Lago

Kris Stadsgaard

Andresa Nordvik

Roy Miller

Vadim Demidov

 

Miðvallarar:

Per Ciljan Skjelbred

Alexander Tettey

Trond Olsen

Kjell Rune Sellin

Anthony Annan

 

Framherjar:

Rade Prica

Didiér Konan Ya

Dario Zahora

Steffen Iversen