Umboð fyri Bragdið vóru í farnu viku á gátt hjá Krabbameinsfelagnum fyri at handa felagnum ein gávukekk frá Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2018.
Tá fólk teknaðu seg til ½marathon, ið var ein partur av Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2018, fóru 100 krónur av gjaldinum til Krabbameinsfelagið, umframt at tað bar til hjá øllum luttakarum at geva eina upphædd til felagsskapin. Tað er tann upphæddin, ið Krabbameinsfelagið fekk handað í síðstu viku.
- Vit eru bæði rørd og glað um, at áhugin at lata peningaligan stuðul, er so stórur, og í ár var upphæddin tilsamans 24.600,- krónur, skrivar Krabbameinsfelagið á heimasíðu síni.