Handa løgmanni undirskriftir

Í dag fara tey úr átakinum Samhugi við Palestina at handa løgmanni eina áheitan um varandi vápnahvíld í Gasa við umleið 600 undirskriftum.

Í eina góða viku hava tey staðið fyri einari undirskriftainnsavnan, ið heitir á løgmann og politisku myndugleikarnar í Føroyum um at fordøma ágangin, sum Ísrael fremur í Gasa, líka sum samgongan fordømdi álopið á sivil fólk, sum Hamas framdi tann 7. oktober.

 

Ísraelski herurin hevur dripið yvir 19.000 sivil fólk í Gasa seinastu tveir mánaðirnar, harav yvir 8.000 børn. Alskins mannarættindi og krígsbrotsverk eru og verða dagliga brotin, og ST- aðalskrivarin, Antonio Gutteres, hevur í fleiri vikur heitt á Ísrael um at gevast við álopunum. Harumframt hava fleiri mannarættindaserfrøðingar leingi ávarað um, at ísraelska stjórnin eftir øllum at døma er farin undir eina etniska útreinsan og eitt fólkadráp av palestinska fólkinum.

 

##med2##

 

Men í Tinganesi valdar enn ein larmandi tøgn um støðuna. Hetta kunnu stigtakararnir til undirskriftainnsavnanina ikki longur góðtaka. Tey heita staðiliga á løgmann og politisku myndugleikarnar í Føroyum um alment at fordøma blóðbaðini og krígsbrotsverkini, sum Ísrael fremur í Gasa, og um at gera sítt fyri at ávirka støðuna, har tað ber til (t.d. í fólkatinginum og í uttanríkispolitiskum samanhangum).

 

Stigtakararnir hava gjørt avtalu við løgmannskrivstovuna um alment at handa áheitanina og undirskriftirnar til Aksel V. Johannesen sjálvan.

##med3##