Bundin pløgg, smákøkur og alskyns handgjørdir lutir verða til sølu leygar- og sunnudagin til árligu jólasøluna hjá Føroya Heimavirkisfelag. Sølan verður í ítróttarhøllini á Hálsi komandi vikuskifti, og ikki færri enn 52 básar verða.
Tað eru limir hjá felagnum, sum selja teirra lutir, og nógv plaga at vitja. Ójavnt er hvussu hvør plagar at selja, men samanumtikið hevur sølan verið á einari leið, sigur Mikala Gulklett, ein av limunum í felagnum.
Føroya Heimavirkisfelag hevur skipað fyri jólasølu seinastu 12 árini. Jólasølan er eins og Gluggaglæman ein roynd at leggja dent á tey, ið sita heima og virka.
? Vit royna at gera ein platform fyri tey anonymo kreativu, sum virka nógv heima, men ikki eru so nógv úti um seg, greiðir Mikala frá.
Nógv voksin
Jólasølan hjá Føroya Heimavirkisfelag er nógv voksin seinastu árini. Byrjað varð fyri 12 árum síðani í gamla vaskarínum, men seinni varð tiltakið flutt í Gundadalshøllina. Og í ár eru so mikið nógvir luttakarar, at tey gjørdu av at leiga høllina á Hálsi til endamálið.
Í fjør vóru um 30 básar til jólasøluna, meðan teir í ár eru heili 52 í tali. So ikki kann sigast annað, enn at kreativiteturin livir væl í Føroyum.
Tað eru bara limir í Føroya Heimavirkisfelag, sum hava básar, og tey standa sjálvi í størsta mun og selja teirra lutir.
Mikala sigur, at sølan altíð hevur verið vælvitjað. Hon veit tó ikki, hvussu sølan hevur verið, men heldur, at tey sum heild hava selt rímuliga væl.
Básarnir verða settir upp fyri limirnar, men so prýða tey og stilla upp sjálvi. Og skulu sum sagt sjálvi passa básarnar, meðan sølan er opin.
Jólasølan verður opin leygardagin frá klokkan 10 ? 19 og sunnudagin frá klokkan 14 ? 19.