Tíbetur hava vit skipað okkara samfelag soleiðis, at øll, uttan førleikar og evnir, í stóran mun, kunnu gera gagn av teim ymsku hentleikunum, ið verða bodnir fram.
Tað er ein sannroynd, at í summum førum mugu serlig átøk gerast fyri fólk, ið eru skerd, so tey eisini hava góðar umstøður. Til dømis hava vit nøkur handikapp parkeringspláss, ið eru markaði til teirra, ið hava eitt blátt merki liggjandi í bilinum. Tey eru størri og lættari at koma til og frá.
Tíverri er tað so, at ikki øll virða plássini, men taka tey og seta bilin á. Tað kann hava keðiligar fylgir við sær, sum í hesum føri, har Poul Anker Zachariassen skrivar á Facebook, at ein almennur bilur fyrrkvøldi stóð á einum slíkum parkeringsplássi. Hann skrivar soleiðis:
Gott at hava handikap parkeringspláss, so tey, ið hava tørv á tí sleppa nærri har tey skulu. Eyka stuttligt at síggja almennar bilar fer aftaná fer taka plássini, serligani í frítíðini. Hesin stóð í eina evigheit uttan handikap skelti, og tað var grund til, at onnur, við breki, máttu ganga ein tein, sum hasir báðir ikki tímdu. Takk fyri lort!