Pól Huus Sólstein frá Havsbrún sigur, at teir ongar ítøkiligar ætlanir hava við virkinum. Sjálvandi hava teir onkrar tankar, um hvat virkið kann brúkast til, men longur er tað ikki komið.
Tað fyrsta, sum skal gerast er at fáa maskinurnar út, so ein kann síggja í hvørjum standi virkið er í. Virkið er stórt og hevur nógvar tilbygningar, og skal ein fara undir eina nýggja framleiðslu, so kemur tað at kosta. Roknast kann við, at tað kemur at kosta nógv. Tað er so heilt vist at tað verður ikki farið undir flakavinnu, tí hetta er ikki nakað Havsbrún satsar uppá.
Á Havsbrún verður hugsað nógv um øll tey arbeiðsplássini, sum verða mist tá eitt flakavirki verður niðurlagt. Men her er ikki talan um at lata eitt virki aftur. Tað hevur verið stongt í sjey ár og í fjør leigaði Havsbrún virkið frá Føroya Banka til at frysta makrel og gullaks. Hetta gav nógv arbeiði á virkinum eina tíð.
Virkið hevur sum nevnt ligið stilt í sjey ár og eingin hevur gjørt nakað fyri at fáa tað í gongd aftur. Nú fingu vit møguleikan og vit tóku av. Um ein ikki ger nakað við virkið nú, so fer tað í »fisk«, sigur Poul Huus Sólstein
Tað er neyvan rætt at satsa uppá pelagisk fiskasløg. Seinasta ár sá alt so gott út, men í ár hevur tað gingið illa. Prísurin er farin niður við 60%, og nógv verður ikki selt á marknaðinum.
Ætlanin er sjálvandi at hava okkurt slag av virksemi á Hansils og Frystivirkinum Tað kostar nógvar pengar, at hava eitt so stórt virkið standandi tómt.
? Havsbrún er ikki kent fyri at lata alt liggja stilt. Vit vilja sjálvandi hava so nógv virksemi sum gjørligt. Men tað má hanga saman fíggjaliga sigur Pól Huus Sólstein.
Hann sigur at enda, at tað er nógv virksemi á Havsbrún. Tað eru umleið hundrað ársverk á virkinum, men aftur at tí kemur so tað virksemi, sum Havsbrún skapar og tað er ikki so lítið. Tað umfatar m. a. arbeiði til smiðir og elektrikarar og annað gott.