Handilshúsið »LEI» í Vágsbotni

Í dag letur forvitnisligur mótahandil upp í húsunum, har Jóan Jakku í ein mansaldur seldi skógva. Inger Jensen, leiðari og eigari sigur, at hon hevur lagt seg eftir at selja klædnamerkir, sum ikki fáast aðrastaðni í Føroyum

Umhvørvið í Vágsbotni, sum eftir fáum árum er vorðið hugnaligt og livandi, gevur nú viðskftafólk høvi at fara í ein nýggjan handil.

Tað er Inger Jensen, sum seinnapartin í dag letur mótahandil upp í Vágsbotni. Handilin hevur til húsa, har skógvahandilin hjá Jóan Jakku var.

Hon hevði í seks ár barnahandil í SMS, men tá hon fekk ein son, valdi hon at selja handilin, fyri at vera heima hjá soninum.

Nú er sonurin vorðin stórur, og mamman hevur brúk fyri at fara undir eitthvørt arbeiði.

Úrslitið bleiv, at Inger Jensen seinnapartin í dag letur upp mótahandilin »Lei», sum merkir kvinna í italskum.

Hetta er serhandil, har klædnamerkini Lei og Tara Jarmon eru at fáa. Hesi merkini verða ikki seld aðrastaðni í Føroyum. Umframt verða eisini San Antonio klæðir at fáa í handilinum.


Til tær ungu og tær meira kræsnu

Vøruúrvalið í nýggja handlinum er fjølbroytt. Nógv nýtt er at fáa, sum ungfólk halda vera smart, til ein sámuligan prís, men um viðskiftafólkið eru tilkomnar kvinnur, so er eisini meira klassiskt úrval, sumkostar eitt sindur meir.

­ Ætlanin er at hava klæðir til breiðan aldursbólk - frá 16 ár og uppeftir, og at øll kunnu keypa sær eitt plagg, alt eftir hvussu nógv viðkomandi vil lata, sigur Inger Jensen.

»Lei» merkið, sum handilin hevur fingið heitið eftir, eru klæðir, sum serhandlar í Danmark selja.

Áður vóru hesi klæðir seld víða um í klædnahandlum í Danmark, men nú verða »Lei» klæðir bert seld í serhandlum, sigur Inger Jensen.

Tara Jarmon er nýtt klædnamerki, sum verður framleitt í Fraklandi.

Í fyrstuni verður bert stovuhæddin tikin í nýtslu, men ætlanin er sum frálíður, at hetta skal verða eitt vøruhús, sum verður útbygt so hvørt sum frálíður, við ymsum vørusløgum.

Spurd hvussu útlitini eru fyri enn einum mótahandli í Havn, sigur Inger Jensen, at hon hevur kannað marknaðin, og at nógvir handlar selja eins væl í dag og í áttaiárunum.

­ Hevur tú røttu vøruna, og dugir at fara væl um viðskiftafólkini, ivist eg ikki í, at útlitini til at reka handil av hesum slag, eru góð, sigur Inger Jensen.