Hagstovan hevur lagt feskastu tølini fyri inn- og útflutning á heimasíðuna, og hesi vísa, at útflutningurin er øktur munandi meira enn innflutningurin fyrstu 10 mánaðirnar í ár sammett við sama tíðarskeið í fjør.
Verður sæð burtur frá skipum og flogførum, so innfluttu vit fyri 4.548 mió kr. fyrstu 10 mánaðirnar í ár, og hetta eru 21 mió kr. meira enn í fjør. Verða skip og flogfør tald við, er talan um minking á 492 mió kr.
Útflutningurin er í sama tíðarskeiði øktur 217 mió kr. Verða skip og flogfør ikki tald við, er talan um øking á 420 mió kr.
Tað er fyrst og fremst útflutningurin av alifiski, sum stendur fyri vøkstrinum. Fyrstu tíggju mánaðirnar í ár hava vit útflutt alifisk fyri 2.015 mió kr., og hetta eru 548 mió kr. meira enn í fjør. Hinvegin minkaði útflutningurin av uppsjóvarfiski 194 mió kr. Úr 1.184 mió í 990 mió kr.