Handilsmaður í 53 ár ætlar sær á ting

Hans Joensen, handilsmaður í Havn, bjóðar seg fram sum løgtingsvalevni fyri Fólkaflokkin.

 

Hans Joensen er handilsmaður í Havn. Í 53 ár hevur hann arbeitt í privatu vinnuni. Hóast Hans Joensen ikki hevur stillað upp fyrr, hevur hann verið aktivur partur av Fólkaflokkinum og Havnar Framburðsfelag síðan hann var 16 ára gamal.

 

- Nú er tíðin komin, og tí havi eg valt at stilla upp til løgtingsvalið fyri Fólkaflokkin, sigur Hans Joensen.