Trump møtir Kanada og Meksiko á miðjuni

Amerikanski handilsmálaráðharrin tosaði í dag við umboð úr bæði Kanada og Meksiko um toll.

Jim Watson/AFP/Ritzau Scanpix

Okkurt nýtt verður helst kunngjørt mikudagin um amerikanskan toll á vørum úr Kanada og Meksiko og um toll í mótsatta ætt.

Tað sigur amerikanski handilsmálaráðharrin, Howard Lutnick, í samrøðu við Fox News í dag.

Donald Trump, forseti, er rættvísur og fer at finna eina loysn, har báðir partar fara fram, sigur hann.

- Tað verður eingin pausa. Men hann skal finna ein hátt, har teir kunnu gera meira, og hann kann møta teimum í miðjuni. Tað fara vit helst at kunngera okkurt um í morgin, sigur hann.

Í morgun komu nýggir amerikanskur tollur í gildi, har vørur úr Kanada og Meksiko komu undir 25 prosent í tolli.

Trump hevur eisini fyrr hótt við revsitolli, har tað eydnaðist londunum at semjast um at útseta tað - altso at taka ein steðg.

Men í dag gjørdist tollurin veruleiki. Kanada og Meksiko svaraðu skjótt aftur, og eitt fult handilskríggj er byrjað, skrivar tíðindastovan Reuters.

Tað er tó ikki tað, sum Trump ynskir, sigur Howard Lutnick.

Endamálið við tollinum er at trýsta Kanada og Meksiko til at gera meira fyri at tálma streyminum av rúsevnum og tilflytarum til USA, stendur í fráboðanini.

Ta grundgevingina hevur Trump sjálvur eisini brúkt.

Í dag tosaði handils- og vinnumálaráðharrin Lutnick við umboð úr báðum londunum.

- Eg havi havt bæði kanadiarar og meksikanarar í telefonini allan dagin. Tey vilja vísa, at tey duga betur. Forsetin lurtar eftir hasum. Hann er rættvísur og rímiligur, so hann finnur eina loysn hjá teimum.

 

/Ritzau/

 

 

Jim Watson/AFP/Ritzau Scanpix