Tað er nógv, ið bendir á, at argjafólk fáa ein nýggja matvøruhandil undir Kongavarða.
Á býráðsfundi hjá Tórshavnar kommunu í gjárkvøldi skuldi býráðslimirnir nevniliga taka støðu til søluna av einum vinnugrundstykki undir Kongavarða. Tvey boð vóru komin til stykkið, matrikkul nummar 255a, ið er umleið 5.500 m² til støddar.
Talan var um tveir av handilsrisunum í føroyska vinnulívinum, ið høvdu lagt inn eitt boð á stykkið, nevniliga p/f SMS og p/f Poul Hansen.
Poul Hansen átti hægra boðið, ið var 3,5 milliónir krónur, ið er svarandi til 636 kr/m², meðan boðið hjá p/f SMS var á 2,75 milliónir krónur, ið er svarandi til 500 kr/m².
Á býráðsfundin varð einmælt samtykt at selja stykkið til Poul Hansen samtakið, ið er ein av eigarunum av Á-handlunum.
Við in.fo sigur Høgni Hansen, stjóri í p/f Poul Hansen, at tað er ikki uttan orsøk, at felagið hevur brúkt 3,5 milliónir krónur upp á økið.
- Talan er um eitt spennandi øki, og vit eru í matvøruvinnuni. Hetta er eitt øki, ið verður nógv útbygt í løtuni, og kommunan hevur eisini stórar ætlanir fyri økinum.
Stjórin leggur tó dent á, at eingin ítøkilig ætlan er klár fyri stykkið, men vil ikki avvísa, at ein Á-handil verður bygdur á økinum.
- Saman við Haraldsen í Fuglafirði, so eiga vit Á-handlarnar, so um tað verður nakað, so verður tað ein Á-handil. Men í løtuni fáa vit ikki sagt nakað, um nær vit møguliga fara at byggja, sigur Høgni Hansen.