Í august fer Føroya Handilsskúli á Kambsdali at seta á stovn ein flokk á Búskaparbreytini, har meginparturin av undirvísingini fer fram á enskum máli. Á Handilsskúlanum á Kambsdali rópa tey nýggja flokkin International Business Studies (IBS).
- Tað er eingin loyna, at Føroyar eru aktivur partur av altjóðagerðini. Vit lata upp sendistovur, luttaka í millumtjóða felagsskapum og útflyta vørur til allan heimin. Tað er eisini júst í grannalagnum á Kambsdali, at nógvar fyritøkur húsast, sum leita sær útum landoddarnar. Sterka vinnuøkið telur fyritøkur sum Bakkafrost, Varðan, KJ Hydraulik, JT Electric, JFK, v.m., og kemur IBS sostatt m.a. at vera ein íløga í menningini av teimum føroysku fyritøkunum, sum satsa uppá altjóða marknaðin, sigur Handilsskúlin í fráboðan.
Føroyingar, sum fara at ganga í nýggja flokkinum, fara framvegis at hava føroyskt á A-stigi.
Næmingarnir, sum tey á Handilsskúlanum á Kambsdali vænta koma at ganga á IBS, eru her býttir upp í tríggjar bólkar: 1) føroyingar, sum ynskja eina øðrvísi og spennandi avbjóðing, 2) útlendingar, sum ikki hava kunnleika til føroyskt og danskt mál, og 3) føroyingar, sum hava enskt sum heimamál.
Freistin at søkja inn til nýggju útbúgvingina er 15. mars.