Í málinum um brotini á gassleiðingarnar Nord Stream 1 og 2 vóru í minsta lagi fýra spreingiløðingar nýttar, sum hvør viga millum 14 og 27 kilo.
Tað upplýsir DR, sum hevur fingið innlit í týsku handtøkuboðini móti 49 ára gamla ukrainska manninum, sum varð handtikin í Italia fyrr í vikuni.
Tað var 26. september 2022, at tær báðar gassleiðingarnar, sum binda Týskland og Russland saman, vórðu sprongdar, ávikavist eystan og í ein útsynning úr Bornholm.
Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmarkar segði tá, at talan eftir donsku myndugleikunum var eitt mál um sabotasju.
Ukrainski maðurin varð handtikin við støði í einum evropeiskum handtøkuboðum.
Sambært handtøkuboðnum er hann undir illgruna fyri at hava samskipað og staðið á odda fyri sabotagutiltøkum hjá Nord Stream 1 og 2, skrivar DR.
Harumframt fevna handtøkuboðini um skiparan á bátinum, fýra kavarar og ein persón, sum er undir illgruna fyri at hava havt ábyrgdina av spreingievninum.
Tann 49 ára gamli er framvegis í Italia. Og væntandi verður greitt innan næstu tveir mánaðirnar, um hann verður útflýggjaður til Týsklands, hevur miðilin Die Zeit skrivað.
/Ritzau/