Hann bar seg rætt at

Føroysku veljararnir halda, at Jóannes Eidesgaard bar seg rætt at, tá hann ikki atkvøddi fyri formannsevninum hjá Sosialdemokratínum í Fólkatinginum. Heili 64,84 prosent av taka undir við avgerðini hjá Jóannesi um ikki at atkvøða

Tað ræður um at halda seg til tað ein lovar. Tað kann Jóannes Eidesgaard í øllum førum leggja sær í geyma.

Tá hann til fólkatingsvalið lovaði ikki at blanda seg í danskan politik og ikki at fara upp í tingbólkin hjá danska javnaðarflokkinum, so hevði tað stóran týdning at halda lyftið.

Tað halda føroysku veljararnir íøllum førum.

Veljarakanningin sum Sosialurin hevur latið gera vísir heilt klárt, at teir føroysku veljararnir halda at Jóannes Eidesgaard gjørdi rætt ikki at atkvøða fyri formansevninum hjá stjórnini.

Ikki færri enn 64,84 prosent av teimum spurdu siga, at tað var rætt av Jóannesi ikki at atkvøða, meðan bert 19,29 prosent siga tað øvugta.

15,87 prosent svaraðu at tey ikki vita um tað var rætt ella skeivt.

Spurt varð eisini um tað var rætt av hinum føroyska fólkatingsliminum, Óla Breckmann at atkvøða.

Til henda spurning svaraðu bara uml. 34 prosent at tað var rætt av Óla Breckmann at atkvøða í sambandi við formansvalið.

Hetta eru áhugaverd tøl, tí tey vísa rímuliga greitt, at føroysku veljararnir halda ikki at føroyskir politikarar skulu blanda seg í danskan politik.

Hetta kann kanska tykjast løgið, tí Óli Breckmann er jú kendur fyri bara at blanda seg í danskan politik og tað er óiva tað hann verður valdur til fólkatingsvalið uppá.


Gagnar Javnaðarflokkinum

Tí kann væntast, at ágóðin hjá Javnaðarflokkinum kemur til hetta valið.

Jóannes Eidesgaard setti út í kortið og helt seg til tað kós, sum hann saman við hinum hevði lovað.

Danskir politikarar, serliga CD, hava hartað Jóannes fyri tað hann gjørdi í tinginum, men hann hevur hildið seg til sítt.

Hartil kemur so eisini, at danskir politikarar ikki eru so væl umtóktir í Føroyum í løtuni. Tá teir finnast at framferð hansara í fólkatinginum, so gevur hetta bara eyka vining í Føroyum.

Tað at føroyingar kunnu spæla dønum eitt puss, ger jú ikki støðuna verri.