Hann er frammi hvønn dag

Meginrákið undir hugsan sambandsfloksins hesi hundrað farnu árini hevur verið, at føroyingar hvørki orka, duga ella kunna breyðføða seg sjálvar.

Hergeir Nielsen

Vit síggja nú hendan høvuðsboðskapin ganga aftur í umrøðuni av einum politiskum søguriti frá grátignini í Sambandsflokkinum.
Sagt verður ma., at sambandsmenn vóru meira realistiskir, meðan sjálvstýrismenn vóru droymarar.
Ikki hissini skotsmál og bert eitt dømi av mongum um, at talan er um politiska propagandu meiri enn óhefta søguskriving.
Sambandsflokkurin skal tó eiga tað á sínum høgtíðsdegi, at hann altíð hevur lagað seg eftir tí framburði, ið aðrir hava slóðað fyri, og síðani tikið hann til sín sum sín egna.
Eitt nú ganga tingmenn floksins nú himmalóðir um, at teir ikki halda flaggdagsrøður. Hvør ið so enn forðar teimum í tí.
Eisini skilst, at Sambandsflokkurin á øðrum økjum blúgvast við fortíð sína.
Hann tykist nú vera komin eftir, at ongar lærubøkur vóru á føroyskum máli fyri hundrað árum síðan, fá høvdu møguleika at fara á skúla, og tí skuldi øll frálæra vera á donskum.
Hendan søguliga grundgevingin er enn ein subjektiv umbering. Hon er ivaleyst væl hóskandi í einum proppfyltum propagandariti, men dugir ikki til at blaka burtur í søguligum samanhangi.
Rætt er, at tað stóð illa til við føroyskum frálærutilfari fyri hundrað árum síðan, men líka so rætt er, at tað stóð lutfalsliga eins illa til við donskum frálærutilfari.
Minnist til, at føroyska lesibókin hjá A.C.Evensen, sum kom út í 1911, fekk ein beint frammaná, tá løgtingið longu árið eftir samtykti, at danskt skuldi vera undirvísingarmál í Føroyum.
Úti við hundrað seinni trokaðu Heimastýrisflokkarnir so harafturat fyri fáum árum síðan føroyska málið enn longur niður eftir tignarstiganum.
Teir hildu fólkatingsmonnum sínum heima á landi, meðan danska Fólkatingið við ongum føroyskum andróðri atkvøddi føroyska málið út undir væðingina sum okkurt hissini landspartamál.
Tað er tí ikki skrásett sum sjálvstøðugt mál á jøvnum føti við onnur mál millum grannar okkara.
Politiskt hevur tað verið sera umráðandi at pota donsk virði, mál og mentan, niður í føroysk børn.
Danska uttanatslæran settist á heilaserkin á hvørjum føroyskum mansbarnið næstu hundrað árini, meðan føroyskar oyggjar, bygdir, sangir, skjaldur, mál, kvæði, mentan - og restin av heiminum - komu í aðru røð.
Danska kongarøðin, býirnar á Fjóni og Ole Bole, gik i Skole, med sin Søsters røde Kjole, voldi soleiðis mongum barni væl størri høvuðbrýggj, enn neyðugt var.
Heilt upp at okkara døgum hevur sambandspolitikkurin aksla síni skinn á ymsan hátt, og mettur av døgum kann flokkurin ikki siga annað enn, at væl hevur skorist.
Tey, ið halda, at flokkurin er einsamallur um sambandspolitikkin, fara so dyggiliga skeiv. Avleggararnir eru fleiri, og har grør tíverri um gangandi fót.
Sambandsflokkurin situr tí uppafturá á gamalsaldrinum og førir journalina, meðan heimastýrisflokkarnir reka politikkin.
Tá móðurlandið Føroyar varð slept av hondum og endurskírt í altjóða samanhangi sum Kongeriget Danmark for vidt angår Færøerne, kundi Sambandsflokkurin turrisliga staðfesta, at so var eisini tað málið lagt upp í rúgvuna av loystum málum.
Fyri hundrað árum síðan tóku teir land, tá teir sendu Oliver Effersøe niður at avloysa Jóannes Patursson.
Donsku ríkisdagsmenninir lýddu á og høvdu fult álit á Jóannesi Paturssyni, og donsku Vinstrumenninir boðaðu enntá frá, at teir fegnir vildu, at Jóannes Patursson, og eingin annar, varð afturvaldur.
So varð ikki. Føroyingar vildu nakað annað, og Oliver Effersøe varð valdur og slóðaði undan í einum so væl væl gjøgnumhugsaðum sambandspolitikki, at teir gomlu vinirnir vildu ikki síggja Jóannes Patursson fyri eygunum á sær aftur.
Har tann fyrri við danskari undirtøku stríddist fyri glógvandi føroyskum sjálvbjargni og framburði, knæsetti tann seinni eina nýggja gongd út í myrkur og vónloysi.
Har tann fyrri vildi frameftir, vildi tann seinni aftureftir.
Glámlýsið kom á luftina landanna millum.
Vi færinger føle os fuldstændig som danske, vort sindelag er dansk, den færøske fod er ikke skikket at betræde gruslagte stier, varð fest í kyndlarnar, ið glampað hava fyri sambandinum landanna millum heilt upp at okkara døgum.
So stóran og so sterkan sigur kunna líknandi kreftir í øðrum londum ikki breggja sær av, og ikki kann sigast annað enn, at Sambandsflokkurin er ein flokkur, sum veit hvat hann vil, og sum vit vita, hvar vit hava.
Tað sama kunna vit ikki siga um hinar Heimastýrisflokkarnir, sum allir ganga í læntum spjarrum og misbrúka føroyskar sjálvstýrisveljarar til at reka danskan sambandspolitikk við.
Føðingardagsbarnið er frammi hvønn dag, og hevur bæði vit og skil.
Vit ynskja hjartaliga tilluku við teimum hundrað árunum.