Hann fær løn úr USA

Irakski tjóðskaparflokkurin fær meiri enn tvær milliónir krónur um mánaðin úr amerikanska ríkiskassanum aftur fyri fregnartænastuupplýsingar. Formaður í flokkinum er Ahmed Chalabi

Ahmed Chalabi er fyrr lagdur undir at hava givið amerikanarunum villleiðandi upplýsingar um hópoyðingarvápnini, sum Irak varð sagt at hava, eins og hann skal hava sagt ósatt um sambandið millum Irak og altjóða yvirgangsbólkar.

Chalabi búði í útlegd undan krígnum í Irak. Í Jordan er hann dømdur 22 ára fongsul fyri svik og fíggjarundandrátt, men tá amerikanska stjórnin fyrireikaði álopið á Irak, var Chalabi ímillum teirra, sum dúgliga vitjaðu í Washington. Í dag er Ahmed Chalabi limur í stjórnarráðnum, sum USA hevur mannað, og hann fær framvegis løn úr USA.

Undir einari hoyring í Senatinum fyrr í vikuni vildi senatorurin Hillary Clinton hava at vita, um Ahmed Chalabi og flokkur hansara fáa pengar úr USA. CIA-ovastin, George Tenet, svaraði, at teir fáa ikki pengar frá CIA. Hillary Clinton setti síðani ovastanum fyri fregnartænastuni hjá herinum sama spurning.

-Tú hevur sett meg í eina støðu, sum krevur, at dyrnar verða latnar aftur, svaraði Lowell Jacoby, varaadmiralur.

Ónevndir amerikanskir embætismenn upplýstu seinni, at Chalabi og flokkur hansara fáa góðar tvær milliónir krónur um mánaðin um mánaðin úr amerikanska ríkiskassanum.