Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, sleppur nú ætlanin um at gera tað ólógligt at ferðast ímillum Føroyar og umheimin við hundum og kettum. Tað var annars eitt tiltak, hann ætlaði at seta í verk fyri at forða fyri at vit fáa fleiri djórasjúkur til Føroya enn vit longu hava.
Men tað elvdi til stóra misnøgd, serliga hjá teimum, sum fáast við hundar. Tey, sum ferðast ímillum lond við hundaframsýningar og hundakappingar av ymsum slagi, mótmæltu, tí hetta fór at gera enda á hesum, søgdu tey. Men serliga mótmæltu tey, sum fáast við seyðahundar.
Tað er javnan at tey fara uttanlands við seyðahundum at kappast ímóti seyðahundum úr øðrum londum, og føroyskir seyðahundar standa seg sera væl í kappingum uttanlands, samstundis sum at vit hava sera góðar seyðahundar í Føroyum. Men verður tað forboðið at ferðast við hundi, fer alt arbeiðið, tey hava lagt í hetta í eitt mannaminni, fyri skeyti.
Les meiri um tað her: Nú kann miðvíst arbeiði í 20 ár fara fyri skeyti
Og tað hevur Helgi Abrahamsen lurtað eftir, sigur hann. Tískil verður tað verður ikki á hesum sinni, at forboð verður sett fyri at ferðast við hundi og kettu. Men ístaðin verða onnur stig tikin at forða fyri smittandi djórasjúkum, eitt nú við koppsetingum og viðgerðum, eins og skjalaeftirlitið verður strangari, sigur landsstýrismaðurin.
– Mett verður, at tað við hesum fer at bera til varðveita góðu djóraheilsustøðuna í Føroyum, sigur hann.
Hann staðfestur í eini viðmerking á heimasíðuni hjá Vinnumálaráðnum, at innflutningurin av hundum og kettum verið lítil og eingin, og tí eru fleiri djórasjúkur, sum eru vanligar aðrastaðni, ikki eru í Føroyum.
– Men seinnu árini er ferðamynstrið munandi broytt, og tí er neyðugt at broyta reglurnar um innflutning av djórum, sigur Helgi Abrahamsen.
– Djórini koma úr alt meira fjarskotnum londum, eisini úr londum við ivasamari, ella vánaligari, djóraheilsustøðu, sigur hann.
Helgi Abrahamsen heldur fast um, at besti mátin at byrgja fyri djórasjúkum, er at seta fullkomið bann fyri at flyta inn hund og kettu. Hann heldur kortini, at tað er umráðandi at hava fyrilit fyri teimum, sum búgva í Føroyum, og sum vilja ferðast við húsdjórunum.
– Koppseting og fyribyrgjandi viðgerð verja í ávísan mun fyri, at djórini bera smittu við sær til Føroya, hóast talan ikki er um fullkomna vernd, sigur landsstýrismaðurin.
– Harumframt verða innflutningsloyvi, ella ferðaloyvið, kannað, áðrenn djórið fer úr upprunalandinum fyri í mest møguligan mun at tryggja, at hundar og kettur ikki koma til Føroya uttan at vera koppsett, sigur hann.
Eru øll viðurskifti ikki eftir forskriftunum tá ið eitt djór kemur til Føroya úr útlondum, kann djórið verða sett í sóttarhald í eitt tíðarskeið, til viðurskiftini eru fingin í rættlag, sigur hann.