Hann hevði ikki tað rætta koyrikortið

Tað kostar eina stóra bót

Aftur í gjárkvøldið gjørdi løgreglan ferðslukanningar ymsastaðni. Í hesum sambandi varð ein bilur við kampingvogni steðgaður og tá ið løgreglan kannaðu koyrikortið, varnaðust tey, at bilførarin hevði ikki tað rætta koyrikortið, hann hevði vanligt koyrikort, sum gevur honum rætt til at føra bil upp til 3500 kilo, men í hesum føri vigaðu bilur og kampingvognur yvir 3500 kilo og tískil krevst, at bilførarin hevur størri koyrikort, ella eitt B/E-koyrikort, sum tað eitur.

 

Av tí, at hesin bilførarin bara hevði tað lítla koyrikortið, verður hann skuldsettur fyri tað, og hann má lata kampingvognin standa til hann fær tað størra koyrikortið. Harumframt fær hann eina bót, sum ikki er so lítil, tí hon er 5.000 krónur.

 

Annars varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning og tríggir bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 71 og 80 kilometrar um tíman í bygdum øki.