? Skaldskapur hansara ber brá av bjartskygni, stoltleika og ikki minst tokka til hansara heimbygd, hansara oyggj og hansara land.
Við hesum orðunum handaðu Dennis Holm og Búi Dahl í Vági, Niels Peturi Nolsøe eina sømdargávu uppá 10.000 krónur.
Tað er Áhugafelagið Ráaklettur í Vági, sum á henda hátt hevur gjørt av at heiðra lokala vágsskaldið, Niels Petur Nolsøe, ella NePtuN, sum hann plagar at skriva seg, tá ið hann yrkir.
Ráaklettur er eitt felag, ið varð stovnað fyri gott og væl fimm árum síðani, og sum av og á letur feløgum, einstaklingrum og tiltøk í Vági. Felagið hevur eisini staðið fyri at gera blaðið Sunnantíðindi út.
Oddamenn í felagnum eru Dennis Holm, Magni Mohr og Búi Dahl.
Og ætlanin við tí, var, at vísa teimum ein stuðul, ið stríddust fyri at virka undir teim vánaligu umstøðunum sum vóru í kreppuárunum.
Felagið hevur síðani skipað fyri dansi, stevnum og øðrum tiltøkum fyri at savna inn pening.
Í flestum førum hevur áhugafelagið latið stuðul til ítróttin - tað veri ítróttarfeløg ella einstøk ítróttarfólk.
Men hesuferð varð gjørt av stuðla einum manni, sum hevur havt sera stóran týdning fyri mentanarliga og sosiala lívið í Vági.
Og tað er Niels Petur Nolsøe, yrkjari og tiltikin skemtari.
? Flestøll í Suðuroynni munnu kennast við skaldið NePtuN í Vági.
? Orsøkin er, at hann í skjótt ein mansaldur hevur ríkað okkara mentan almikið við sínum skaldagávum, søgdu Dennis Holm og Búi Dahl, tá ið teir handaðu honum sømdargávuna á gallashowi á sølustevnuni í Vági sunnukvøldið.
? Sum skald er NePtuN úr leikum tikin at yrkja sangir, sálmar og ikki minst tættir.
? Frá hansara hond er sprottin sannur skaldskapur, sum hevur sínar røtur í lokalum jørðildi.
? Skaldskapur hansara ber brá av bjartskygni, stoltleika og ikki minst tokka til hansara heimabygd, hansara oyggj og hansara land.
Teir báðir søgdu, at pennur NePtuNs kann sigast at vera bæði hvassur, speirekandi og eyðmjúkur alt í einum, og gevur hetta honum ein fjøltáttaðan dám sum skald.
Samstundis, sum Niels Petur Nolsøe fekk hendan heiðurin, er skjøtil nú settur á arbeiðið at geva eitt savn út við yrkingum, sum hann hevur yrkt.
Tí tær 10.000 krónurnar, verða settar í ein grunn í Suðuroyar Sparikassa, sum skal fíggja útgávuna av eini bók við yrkingum hjá Niels Petur Nolsøe, sum ætlanin hevur verið at geva út.
Tikin á bóli
Niels Petur Nolsøe sigur, at hetta kemur fullkomiliga ó?væntað á hann.
Men hann tekur hetta sum sum eitt herðaklapp og eina viðurkenning fyri tað, hann hevur latið úr hondum. Og tað er hann ómetaliga fegin um.
Hann sigur, at hann hevur spælt sær við tankanum um at geva okkurt av tí, hann hevur yrkt, út í bók. Ikki minst tí at hann hevur fingið nógvar áheitanir um tað.
Hann setti sínar fyrstu yrkingar saman, tá ið hann gekk á læraraskúla í sekstiárunum. Men síðani er tað blivið til eitt stórt og fjølbroytt savn.
Nógvar yrkingar eru lokalar og tað hóska seg ikki at geva tær út, tí tær hava ongan almennan ahuga uttanfyri Vág, ella tað ávísa høvi, tær eru yrktar til.
? Men sum frá er liðið, er úrvalið blivið rættiliga fjølbroytt.
So nú skuldi tað borið til at sett eitt hampiligt savn saman av yrkingum, sum hava almennan áhuga.
Ikki minst eru teir útvið hálvthundrað V-4 tættirnir, hann hevur yrkt, landsaktuellir.
Men Nels Petur hevur eisini týtt og yrkt fleiri sálmar, umframt aðrar sangir, og ætlanin er at hava eitt úrval av øllum skaldskapinum við í eitt blandað yrkingarsavn.
Og nú hann fekk hetta herðaklappið, fer at at arbeiða meiri miðvíst fram ímóti at fáa savnið út.
Men nær tað kemur er ilt at sia enn.