Hann kennir hálvgloymdar ræsur

Deksbáturin Ólavur úr Vestmanna er 72 ára gamal og aftur farin at flyta ferðafólk um Vestmannasund. Hann varð smíðaður til rutusigling, og er nú, verkfall er, aftur farin at flyta fólk um Sundið

Samferðsla

á Vestmannasundi:
Tað er sum í grind, nú allir bátarnir kappast um at sleppa at flyta ferðafólk um Vestmannasund, tí strandfaraskipini ikki sigla.
Við ferjuleguna í Vestmanna, uttan á Sam sum er lagdur har, liggur gamli Ólavur, sum í 1930 varð smíðaður til at flyta fólk millum oyggjarnar. Hann er nýliga umvældur og er í rættiliga góðum standi.
Veteranurin á økinum, Alfred Olsen í Vestmanna, stendur í stýrihúshurðini. Hann greiðir frá, at hann sigldi við Ólavi um Vestmannasund í 20 ár. Frá 1945 til 1965, tá Bragd byrjaði at sigla.
Alfred er klárur at bakka frá. Tað eru nøkur fólk við. Ikki so øgiliga nógv, tí bussurin, sum kom við ferðafólkinum, sum skal við flogfarinum, vendi og fór yvir til bátahylin, har teir nýmótans glastrevjabátarnir, sum ganga skjótt, liggja.
Ein fremmandur maður, hann tosar enskt, men er ivaleyst eystaneftir, skilst, kemur inn á dekkið á Sam. Hóast onkur, hann hevur samband við í Føroyum, hevur koyrt hann úr Havn til Vestmanna, veit hann ikki rættiliga, hvussu mannagongdin er, og heldur ivaleyst, at hetta er tann lítla ferjan, sum sigla skal. Hevur hug at fara inn í gongina, men verður vístur umborð á hendan lítla, sum liggur við síðuna av. Maðurin ivast eit sindur, er líkt til, men fer so, og er als ikki misnøgdur kortini. Hetta tykist vera eitt upplivilsi fyri hann.
Tó skilir hann ikki, at kioskin við ferjuleguna er stongd, hóast tann stóra ferjan ikki siglir. Hann ætlaði at keypa sær sigarettir, greiðir hann frá, men slapp ikki inn.
Tað kemur ein bilur afturat oman til ferjuleguna. Foreldur, sum koyra eina unga kvinnu til ferjuna. Rópt verður umborð at vita, um tað slepst við. Jú, tað er gama í. Bara at koma inn á bógvin. Onkur av hinum ferðafólkunum tekur kuffertini hjá ungu kvinnuni. Klemm og muss á bryggjuni, og so er hon sum eitt fok á bakkanum.
Alfred sær, at bussurin við flogferðafólkunum, hann væntaði at fáa, er farin yvir til teir nýggju bátarnar, so hann bakkar frá og setir kós móti Oyrargjógv við teimum, sum komin eru. Ikki heilt einki kortini.
Ólavur er útgjørdur við hálvtannaðhundrað hestakreftum í maskinrúminum, so hann gongur bara heilt skjótt. Øll eru á dekkinum fyrstu løtuna, men sum vit nærkast sjálvum sundinum, er onkur, sum fer niður í lugarið, har kabússan er tendrað, so heitt og fjálgt er.
Hyggi niður. Beinkir eru í bæði borð, men bert skott. Eingin koyggja. Gasskabússin logar afturi móti lastaskottinum, og undir leytaranum og niður við kabússini er bjargingarútgerð til nógv fólk. Telji ikki, men síggi, at til tey, sum her eru umborð, er ivaleyst.
Eg fari uppaftur. Fram á bakkan og síggi, at afturút koma minst tríggir bátar skúmandi aftan á okkum. Einnir tveir ganga øgiliga skjótt, síggi eg.
Tað er beinanveg, so er annar á kroppinum. Ein sonevndur speedbátur, sum bara hevur skrúvuna í vatni. Eini tríggir ferðamenn sita samankropnir aftan fyri rútin, sum er einasta lívd á hesum opna farinum, sum eftir, sum tosað verður umborð á Ólavi, ikki skuldi sloppið at siglt soleiðis. Ivasamt um tað er forsvarligt. Og í hvussu er er tað tápuligt, tosa tey umborð hjá okkum.
Í hinum orðinum er ein størri glastrevjabátur við at yvirhála okkum. Tórshavn stendur á reyvini. Hann hevur væl av fólki umborð og strýkur fram við landinum.
?Jú, havnarmenn tykjast eisini hava sæð møguleikan í at vinna sær nakrar krónur til ein dýran bát, sum kanska ikki tjenar so nógv innaftur, sum væntað varð, tá hann varð keyptur, heldur ein av ferðamonnunum, sum stendur undir liðini á mær.
Á Oyrargjógv er ferðsla alla tíðina. Ein bussur stendur á ferjubakkanum og bíðar eftir fólki. Hann er komin nakað væl fyri tíðina, sum stendur í ferðaætlanini, soleiðis at fólk sleppa at sita, beinanveg tey koma við teimum ymsu bátunum.
Teir skjótu glastrevjabátarnir eru longu farnir avstað aftur, og ein føroyskur træbátur kemur aftan á okkum. Hann hevur ivaleyst eisini nógv fólk við.
Ólavur leggur at bryggjuni norðanfyri. Ein ferðamaður blakar springið í land, og onkur er á landi, sum setir fast.
Fólk fara í land við viðføri sínum, og alt fer í bussin, sum skal flyta tey flestu út á flogvøllin.
Opni báturin leggur at sunnantil við brúnniaog skipar upp. Fólk og viðføri í eina rúgvu.
Norðanfyri hevur Alfred aftur loyst springið og er á veg yvir aftur á Vestmanna. Einsamallur at vita, um onkur er, sum skal um aftur sundið.
Seinni út á fyrrapartin koma ferðafólkini, sum komin eru við Maersk flogfarinum. Tá ræður so um t vera aftur á Oyrargjógv fyri at sleppa at føra tey yvir á Vestmanna.
Men fólk eru samd um, at tað er ongantíð betri samband um Sundið, enn júst tá verkfall er.