at næstovastin hjá Osama bin Laden, egyptiski yvirgangsmaðurin Ayman al-Zawahiri, er framvegis á lívi og fjalir seg onkunstaðni í Afghanistan
Sambært blaðnum hevur amerikanska fregnartænastan fingið fatur á einari sjónbandsupptøku av Zawahiri. Upptøkan er funnin í Afghanistan og er gjørd tann 2. juli. Tað sæst á bandinum.
Ayman al-Zawahiri er oddamaður í einum víðgongdum islamskum yvirgangsfelagsskapi í Egyptalandi, sum sambært egyptisku myndugleikunum beindi fyri Anwar Sadat, forseta í 1981. Hann er útbúgvin lækni, og summar amerikanskar keldur vilja vera við, at tað var hann, sum legði atsóknirnar 11. september í fjør til rættis.