Hanna Maliar gevst sum varaverjumálaráðharri

Ukrainski varaverjumálaráðharrin, Hanna Maliar, er sambært útlendskum miðlum í morgun koyrd úr starvi sínum.

Hanna Maliar hevur verið varaverjumálaráðharri í Ukraina, men tað verður hon ikki longur.

Líkt er til, at Ukraina skal hava nýggj fólk at standa aftanfyri nakrar av ráðharrum sínum.

 

Útlendskir miðlar vita í morgun at siga, at ein av vararáðharrunum, sum fer úr starvi, er Hanna Maliar.

 

Hon hevur verið varaverjumálaráðharri landsins og hevur við jøvnum millumbilum úttalað seg um gongdina í krígnum.

 

Reuters veit í morgun at siga, at umframt Honnu Maliar, fara eisini fimm aðrir vararáðharrar í Ukraina úr starvi

 

Enn er eingin fráboðan komin um, hví Ukraina nú skal hava fleiri nýggjar vararáðharrar í stjórn landsins.

 

 

 

 

 

 

 

Hanna Maliar hevur verið varaverjumálaráðharri í Ukraina, men tað verður hon ikki longur.