Hanna Olsen 65 ár

Hósdagin 26. november fylti Hanna Olsen, bestýrari á Sjómansheiminum Bethel í Keypmannahavn, 65 ár.

Hanna er ættað úr Kollafirði og er yngst av seks systkjum. Foreldur hennara vóru Hansina og Marius Fr. Joensen. Hon er gift við við Jón M. Olsen, sonur Jensiu og Magnus Olsen úr Skálavík og fingu tey 10 børn.


Hanna og Jón fluttu til Danmarkar í 1989 sum bestýrarapar á Sjómansheiminum Bethel í Nyhavnini, so hon hevur sostatt eisini 20 ára starvsdag í hesum døgum.


Í sambandi við at Hanna hevur verið bestýrari í 20 ár, og at hon fylti 65 ár, var móttøka á Bethel hósdagin, har fleiri nýttu høvið at heilsa upp á hana.


Altíð eru vit vælkomin á gátt hjá teimum. Ofta eru tey í Føroyum hjá teirra nærmastu, hóast seks av teirra børnum við familjum hava búsett seg í Danmark.


Nógv kundi verið sagt um Hannu, sum hevur verið er eitt arbeiðsjarn og ein diplomatur sum fáur.


Ein viðmerking, ið ein av teirra trúfastu vitjandi hevði, sum kom á gátt í Nyhavnini, var, at um Hanna var ung í dag, so átti hon at verið "klonað". So stóra dygd sá hann í henni og teirri ábyrgd sum hon hevði fyri sínum gestum og sínum starvsfólki.


So góða “gamla fru Olsen” Hjartaliga tillukku við føðingardegnum: Vit vóna at tit hava havt ein góðan dag.


ynskja vinir