Hannes: Hetta var stuttligt at royna (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við debutantin, Hannes Agnarsson aftaná dystin móti Eysturríki

##med2##

 

Tá 68 minuttir vóru farnir av HM-undankappingardystinum fekk B36-leikarin, Hannes Agnarsson debut á føroyska landsliðnum: - Hetta var ræðuliga stuttligt at royna, greiðir ein fegin Hannes Agnarsson frá í samrøðu við reportaran hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig.

 

Hannes sigur seg bara vera vanan við dystir har helvtin heldur við og helvtin heldur ímóti liðnum hjá einum, og tí var tað ein framúr uppliving at uppliva ein kókandi Tórsvøll sum stuðlaði føroyska landsliðnum. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna við Hannes Agnarsson.

 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Petur Asbjørn gjørdi við Jóannes Bjartalíð og René Shaki Joensen. 

 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Petur Asbjørn gjørdi við Brand Hendriksson Olsen og Ára Mohr Jónsson. 

 

Føroyar – Eysturríki 0-2 (0-1)

 

0-1: Konrad Lainer 26.

 

0-2: Marcel Sabitzer 48.

 

Føroyar: Teitur Matras Gestsson – Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø (Klæmint A. Olsen, 68.), Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen (Hannes Agnarsson, 68.) – René S. Joensen (Jóannes Bjartalíð, 68.), Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Hallur Hansson, Ári Mohr Jónsson – Jóan Símun Edmundsson (John Frederiksen, 86.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Gunnar Nielsen, Mattias Heðinsson Lamhauge, Heini Vatnsdal, Hørður H. Askham, Jóannes K. Danielsen, Tróndur Jensen, Petur Knudsen

 

Gult kort: Odmar Færø, René Shaki Joensen, Viljormur Davidsen

 

Venjari: Håkan Ericson

 

Hjálparvenjari: Eli Hentze