Hanni Bjartalíð í Galerie Focus

Fríggjadagin 28. mars kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Hanna Bjartalíð upp í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn.

Hanni Bjartalíð er úr Klaksvík, hann er útbúgvin á Nordiska Konstskolan í Kokkola í Finnlandi og er búsitandi í Finnlandi.


Myndamálið hjá Hanna Bjartalíð er lyriskt og einfalt. Í myndunum eru smáir figurar, hús og lutir. Á hesi framsýningini í Galerie Focus hevur hann nakað annaleiðis myndevni, við tað at hann málar avskeplaðar andlitsmyndir ella skortar við ymiskum úttrykkum og hartil hevur hann málað húsaskapilsir og fruktmyndir.


Framsýningin verður opin til 10. apríl, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18.