Fríggjadagin letur listamaðurin Hanni Bjartalíð upp framsýning á Norðurbryggju i Keypmannahavn, og framsýningin verur hangandi har fram til 31. januar næsta ár.
Hanni Bjartalíð er mettur at vera ein nýskapari innan føroyska samtíðarlist, og hann hoyrir til tað ættarliðið av føroyskum listafólki, sum venda landslagsmálningunum bakið, og sum vilja varpa ljós á leiklutin hjá tí einstaka í samfelagnum.
Listarliga rákið, sum stílurin hjá Hanni Bjartalíð umboðar, fevnir um málningar, samklipp og brotmyndir, og arbeiðshátturin er savnandi, tí hann setur saman eina ørgrynnu av myndapørtum til eina eind, sum tykjast bæði harðrend og kenslusom og sum samstundis eru merkt av at vera egin og upprunalig.
Við tilsipingum til minnið um eitt barnaheim tykjast øll verkini at vera merkt av einum kærleiksfullum nærlagdi í mátanum, tey eru sett saman. Trælutirnir hjá Hanni Bjartalíð kalla fram minni um hugnaligu træsmátturnar frá barndómsárunum, samstundis sum hesir lutir eru umgirdir av størsta álvarsemi í síni óvirksomu kvirru.
Hanni Bjartalíð er føddur í Klaksvík í Føroyum í 1968, og hann hevur tey síðstu mongu árini búð í Helsinki í Finlandi. Hann er partur av Heystframsýningini, sum á hvørjum ári hevur sýningar á Skipasmiðjuni í Tórshavn.
Seinast, Hanni Bjartalíð sýndi fram, var hjá Jan Andersen Steinprent í Tórshavn.